Hamferð á konsertferð við Amorphis

Hamferð fer í mars á konsertferð við finsku tungmálmsrisunum Amorphis, konsertferðin er verður kring Eysturevropa og Týksland.

 

Hamferð fer í mars á konsertferð við finsku tungmálmsrisunum Amorphis, konsertferðin er verður kring Eysturevropa og Týksland.

Hetta er ein sera stórur møguleiki hjá Hamferð, ið sostatt sleppa at spæla fyri nógvum fólki, á nøkrum av størstu tungsmarknaðunum í heiminum.

Tað kunngjørt, at Hamferð verður einasti upphitingarbólkurm á evropeiska partinum av heimsumfatandi konsertferðini hjá Amorphis. Á seinastu konsertferð hjá Hamferð, ið var í heyst hitaði bólkurin upp fyri Amorphis á konsert í Hamferð. Ein uppliving, ið Theodor gittarleikari í Hamferð lýsur sum hædddarpunktið av konsertferðini.

Amorphis teljast millum teir heilt stóru bólkarnir í heimlandinum og fýra av teirra fimm seinastu útgávum hava ligið nummar eitt í heimlandinum, og hava selt væl í eitt nú USA og kring heimin.

Hamferð sangarin Jón Aldará spælir í bólkinum Barren Earth við tveimum fyrrverandi limum í Amorphis.

Konsertferðin byrjar 14. mars í Alte Spinnerei í Glauchau í Týsklandi og endar í Colos-Saal  í Aschaffenburg somuleiðis í Týsklandi.


14.03.  Týskland - Glauchau - Alte Spinnerei

15.03.  Tjekkia - Prag - Storm Club

16.03.  Ungarn - Budapest - Club 202                                           

18.03.  Bulgaria - Sofia - Mixtape 5 Club

19.03.  Serbia - Beograd - Dom Omladine

20.03.  Krotia -  Sagreb - Tvornica

21.03.  Slovakia - Bratislava - Majestic Music Club

22.03.  Eysturríki - Graz - Explosiv

23.03. Týskland - Nürnberg - Hirsch

25.03. Sveits - Solothurn - Kulturfabrik Kofmehl

26.03.  Týskland - Karlsruhe - Substage

27.03.  Týskland - Hannover - Musikzentrum

28.03.  Týskland - Düsseldorf - Zakk

29.03.  Týskland - Lindau - Club Vaudeville

30.03.  Týskland - Aschaffenburg - Colos-Saal