Hamilton var á odda frá byrjan til enda í ungarsku formil 1 koyringini, og hóast Kimi Räikkönen lá beint í hølunum á honum frá byrjan til enda, megnaði Ferrari koyrarin ongantíð veruliga at avbjóða um oddasessin. Eina løtu eftir seinasta pitsteðg var heilt tætt teirra millum, og koyringin var líka við at gerast spennandi, men eingin verulig roynd spurdist burturúr.
Forðaði liðfelagnum
Hetta vikuskiftið í formil 1, hevur annars verið ríkiliga dramatiskt. Leiðslan fyri koyringina í Ungarn revsaði leygardagin Fernando Alonso og flutti hann fimm byrjunarstøður aftur, eftir at Lewis Hamilton noyddist at bíða í pittinum, meðan Alonso stóð stillur í ein hálvan minutt, við tí úrsliti, at Hamilton ikki fekk koyrt eitt seinasta skjótt umfar, skrivar almenna síðan hjá formil 1. McLaren liðið hevði biðið Alonso bíða í 20 sekund, men tá niðurteljingin var av, stóð Alonso stillur í uppaftur 10 sekund. Sjálvur sigur Alonso, at hann tosaði við sínar tøkningar um dekkini hesi eyka 10 sekundini, men hetta góðtóku myndugleikarnir ikki. Eisini McLaren liðið er revsað fyri, at biðja Alonso standa stillan í 20 sekund. Orsøkin til at hann skuldi bíða, var sambært bretska liðnum, at Alonso skuldi koma á breytina uttan trafikk. Men sambært myndugleikunum á breytini í Ungarn, var bert ein bilur á breytini júst tá, og hann var ikki til fortreð fyri Alonso. McLaren liðið var tí dømt til ikki at fáa nøkur stig í meistaraheitinum fyri lið hetta vikuskiftið. Hetta merkir, at hóast Hamilton og Alonso tilsamans vunnu 15 stig í koyringini telja hesi bert í kappingini fyri koyrarar.
Í McLaren liðnum eru kenslurnar millum Hamilton og heimsmeistaran Alonso kølnaðar støðugt síðan kappingarárið byrjaði, og greitt er, at hendingarnar hetta vikuskiftið neyvan fara at gera kenslurnar heitari.
Keðilig koyring
Við tveimum skjótum bilum Alonso í McLaren og Felipe Massa í Ferrari á ávikavist sættu og fjúrtandu byrjunarstøðu, vóru nógvar yvirhálingar í væntu, men eingin av hesum báðum megnaði at gera nakað serligt um seg. Alonso endaði á fjórða plássi, meðan Massa ikki so frætt sum kom í stigini.
Hamilton hevur nú 80 stig, meðan Alonso hevur 73 stig. Ferrari koyrararnir Räikkönen og Massa hava ávíkavist 59 og 60 stig.
Úrslit
1 Lewis Hamilton - McLaren-Mercedes vinnari, 10 stig
2 Kimi Räikkönen - Ferrari +0.7 sekund, 8 stig
3 Nick Heidfeld - BMW +43.1 sekund, 6 stig
4 Fernando Alonso - McLaren-Mercedes +44.8 sekund, 5 stiig
5 Robert Kubica - BMW +47.6 sekund, 4 stig
6 Ralf Schumacher - Toyota +50.6 sekund, 3 stig
7 Nico Rosberg - Williams-Toyota +59.1 sekund, 2 stig
8 Heikki Kovalainen - Renault +68.1 sekund, 1 stig
9 Mark Webber - Red Bull-Renault +76.3 sekund
10 Jarno Trulli – Toyota +1 umfar
11 David Coulthard - Red Bull-Renault +1 umfar
12 Giancarlo Fisichella - Renault +1 umfar
13 Felipe Massa - Ferrari +1 umfar
14 Alexander Wurz - Williams-Toyota +1 umfar
15 Takuma Sato - Super Aguri-Honda +1 umfar
16 Sebastian Vettel - STR-Ferrari +1 umfar
17 Adrian Sutil - Spyker-Ferrari +2 umfør
18 Rubens Barrichello – Honda +2 umfør
Givnir
Vitantonio Liuzzi - STR-Ferrari +28 umfør
Anthony Davidson - Super Aguri-Honda +29 umfør
Jenson Button - Honda +35 umfør
Sakon Yamamoto - Spyker-Ferrari +66 umfør