Hammershaimb: Úr Sandavági til Danmarkar

Longu sum 12 ára gamal fór Hammershaimb til Danmarkar at skúla seg

Vencelaus Ulricus Hammershaimb varð føddur á Steig í Sandavági 25. mars í 1819. Hann var sonur Jørgen Frantz Hammershaimb, sum var seinasti løgmaður í Føroyum, áðrenn løgtingið og løgmansembætið vórðu niðurløgd og avtikin í 1816. Steigargarður í Sandavági hevði síðan 1555 verið Føroya løgmansgarður.

 

Sum 1 ára gamal misti hann pápa sín, og stutt eftir hetta flutti mamma hansara, Armgarð Maria Egholm, til Havnar við sínum tveimum børnum. Tey fluttu inn til mammu Armgarð, Helene Christine Egholm, sum búði í Nýggjustovu í Gongini, og her vaks V.U. Hammershaimb upp.

 

Mamman var kletturin í lívi Hammershaimbs og hevði stóra umsorgan fyri soninum. Tá ið Vencelaus longu sum 12 ára gamal valdi at fara til Danmarkar at skúla seg, fluttu mamman og systirin við úr Føroyum til Keypmannahavnar.

  

Tók gudfrøðisprógv

Í Keypmannahavn tók Hammershaimb studentsprógv og byrjaði at lesa gudfrøði á lærda háskúlanum, har hann fekk gudfrøðisprógv í 1847. Hetta tíðarskeiðið var hann umgirdur av mentanarfólki í einum skapandi umhvørvi, og áhugin fyri forna norrøna málinum var stórur. 

 

Í 1855 fór Hammershaimb heim til Føroya fyri at vera prestur. Hann var Føroya próstur frá 1862 inntil 1878, tá hann aftur flutti til Danmarkar í sambandi við, at hann fekk prestastarv í lítla býnum Lyderslev á Sælandi. Hetta starvið røkti hann í 20 ár, inntil hann legði frá sær og flutti til Keypmannahavnar aftur. Vencelaus Ulricus Hammershaimb doyði í 1909 sum 90 ára gamal, og hann liggur grivin í Lyderslev kirkjugarði saman við konu síni.

 

 

Les meira um Hammershaimb HER.