Menninir aftanfyri eitt av stóru diskotekshittunum í ár vitja á dansistaðnum Deep í Havn. DJ Morten Hampenberg og rapparin Yepha fara at undirhalda í kvøld. Skub Til Taget hevur verið eitt av stóru hittunum á diskotekunum í Føroyum og Danmark í ár.
DJ Morten Hampenberg og rapparin Yepha eiga sangin, og í kvøld eru teir á vitjan í Føroyum.
Hampenberg og Yepha fara at undirhalda ? bæði við stóra hittunum og øðrum sangum - á dansistaðnum Deep í Havn.