Tað er ójavnt, hvat menn halda um miðalvektina á seyðinum í ár.
Summastaðni frættist frá, at vektin er betri enn í fjør, meðan aðrastaðni frættist frá verri vekt.
Í tí stóra og heila kann sigast, at vektin norðanfyri er betri enn í fjør, meðan hon sunnarfyri er verri. Serliga verður latið illa at á Sandoynni og Suðuroynni, men tó skal hetta takast við fyrivarni. Í summum høgum í Suðuroynni hevur vektin verið á leið tað sama, sum í fjør, meðan hon hevur verið betri í onkrum haga.
Saman um tikið er støðan tó tann, at miðalvektin norðan fyri er betri í fjør, meðan hon sunnan fyri er heldur lakari.