Hampiliga góð vekt í ár

Men tað er ógvuliga misjavnt, og hongur helst saman við, hvussu hagarnir ligga fyri í mun til kørgu høgættina.

Úr Suðuroynni frættist, at tað er sera misjavnt. Í leitishaga er seyðurin so vánaligur sum neyvan áður, men í Hovi frættist frá so góðum ári, sum sjáldan.

Í Hvalba siga menn, at í størru høgunum er ógvuliga misjavnt, alt eftir hvar í haganum seyðurin gekk.

- So tað má hava nakað at gera við, hvussu ábært hagarnir liggja fyri í mun til høgættina, sum hevur verið ógvuliga dominerandi, verður sagt úr Suðri.

Í hinum endanum av landinum verður sagt, at árið hevur roynst rættiliga gott, og í summum høgum hevur vektin verið avbera góð.

Tað er liðugt at ganga heystfjøllini á Viðareiði, og veðrarnir eru fingnir úr skorðum og urðum, og vektin hevur verið rímiliga góð.

- Tað verður latið væl at flestu staðni, og í summum hagapørtum hevur vektin verið avbera góð, frætta vit av Viðareiði.

Eisini mitt í landinum verður latið væl at. Í Nólsoy kom okkurt veðurlambið upp í 50 pund, og tað má sigast at vera stak gott.

Fyrr var vanligt, at heystfjøllini vórðu gingin, tá komið var inn og væl inn í oktober, men fleiri hagar hava seinastu árini gingið heystfjøllini fyrr. Onkunstaðni gera teir seg lidnar áðrenn oktober mánaði byrjar, tí grøðin í haganum bara minkar, longri út á heystið tað líður.

Men sum frættist má árið roknast sum eitt av teimum heilt frægu til vekt.