- Hampuliga væl nøgdir

Annar av miðverjunum hjá NSÍ, Óli Hansen, var hampuliga væl nøgdur við avrikið hjá runavíkingum ídystinum móti Metalurgs hóskvøldið.
- Teir vóru nakað betur enn vit, serliga kropsliga, men eg haldi ikki, at vit stóðu nakað aftan fyri teir reint tekniskt, segði Óli eftir dystin.
Verjuleikarin helt at fyrri hálvleikur var rættuliga javnur, men eftir steðgin høvdu gestirnir meiri orku, og tað gav eisini úrslit.
- Teir eru eisini meiri vanir við grasi, enn vit eru. Sjálvandi kunnu vit altíð gera tað eitt sindur betur, men eg haldi, at vit sum heild kunnu verða rímuliga væl nøgdir við avrikið, segði Óli Hansen.