Svenska Aftonbladet heldur seg vita, at venjarin hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen er upp á tal sum venjari í svenska felagnum Gais. Erik Hamrén hevur seinastu fýra árini vant danska superligafelagið AaB, og í løtuni gongur tað væl hjá felagnum. Erik Hamrén sigur við bold.dk, at hann trívist sera væl í Aalborg, og at hann roknar við at halda fram sum venjari í AaB, hóast áhugi skal verða fyri honum heima í Svøríki