Hamradun á festival í italia

Tann 28. Juli stendur manningin í Hamradun á palli í Italia.

Hamradun við Pól Arna Holm á odda, fara í næstum á pall í Italia.

 

 

Talan er um ein festival í Italia, ið nevnist The Malpaga Folk & Metal Fest.

 

 

- Stutt sagt so hava vit onkrar fjepparar í Italia, sum hava heitt á fyriskipararnar av festivalinum um at fáa okkum á festivalin í 2018, og so førdi eitt ting eitt annað við sær, sigur Pól Arni Holm í stuttari viðmerking.

 

 

The Malpaga Folk & Metal Fest verður hildin dagarnar 27., 28., og 29. Juli 2018.