Fyrsta stig til nýggjan ein sáttmála millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum verður tikið í næstu viku, tá partarnir fara at handa hvørjum øðrum sínum krøv til ein nýggjan sáttmála.
Sum siðvenja hevur verið seinnu árini er Starvsmannafelagið, ið er tað størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, tað fakfelagið, ið setur hol á samráðingarnar við almenna arbeiðsgevaran.
Verandi sáttmáli, ið bleiv undirskrivaður fyri tveimum árum síðan, gekk út 1. oktober í ár. Umframt Starvsmannafelagið eru tað tólv onnur fakfeløg, ið eisini skulu samráðast um nýggjan sáttmála, harímillum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Pedagogfelag.
Spenningur er viðvíkjandi samráðingunum á hesum sinni, av tí at rættiliga nógv rok var undir samráðingunum fyri tveimum árum síðan, tá bæði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Pedagogfelag lýstu verkfall, tí so langt var millum partarnar.

Handa krøvini í næstu viku

