Hví skifti Lars Olsen út, sum hann gjørdi í Budapest? Hvussu nógv tolir Lars Olsen av, tá talan er um kritikk? Hvat hevur hann at siga um Fróða Benjaminsen og Christian L. Holst, sum báðir gevast á landsliðnum? Og hvat skulu vit gera móti Rumenia? Hesum og fleiri øðrum spurningum svarar Lars Olsen í drúgvari samrøðu við Rás2, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Samrøðan er ein samanumtøka av EM undankappingini, sum nú er komin enda. Somueliðis gevur Lars Olsen føroyskum fótbólti nøkur góð ráð, um hvussu við kunnu vinna okkum longur fram.
Lars Olsen tolir kritikk. Tað er hann vanur við sum venjari í Danmark. Hann heldur, at kritikkurin bara ta einu ferðina er farin um mark sum landsliðsvenjari í Føroyum. Tá kendist tað sum eitt persónligt álop, ið Lars Olsen ikki vil hava sitandi á sær.
Lars Olsen kennir seg eisini meiri føroyskan í dag. Hann skilir betri umstøðurnar og avbjóðingarnar í føroyskum fótbólti. Hann heldur tó, at føroysku viðhaldsfólkini eru dekan ov lokal, tá tey koma við góðum ráðum um hvør skal vera á landsliðnum.
At enda setir Lars Olsen eisini orð á uppgávuna móti Rumenia. Hesin dysturin er spældur, og Rumenia vann 3-0.
Samrøðan var at hoyra á Rás2 til upptaktina til landsdystin móti Rumenia.