Svøríki úr styrkisbólki 1, Ísland úr styrkisbólki 2, Føroyar úr styrkisbólki 3 og Luksemborg úr styrkisbólki 4.
Soleiðis sær EM-undankappingarbólkurin út hjá føroyska hondbóltskvinnulandsliðnum til komandi EM-undankapping.
Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen skrivar, at uppgávan hjá Føroyum móti Svøríki verður at minka um málmunin, tí seinast Føroyar og Svøríki vóru í bólki saman fyri fimm árum síðani vann Svøríki ávikavist 32-13 og 33-15.
Handbollskanalen vísir á, at Svøríki hevur tikið lut í hvørjum EM-endaspæli síðani 2002, og tað er sjálvsagt, at tær aftur vera við í desember í 2024.
Á íslendska Morgunblaðnum eru tey bjartskygd. Tey ásanna, at dystirnir móti Svøríki vera torførir, men tey meta seg hava sera góðar møguleikar at vinna á Føroyum og á Luksemborg.
Ísland vann seg í EM-endaspælið í 2010 og í 2012, og halda tey á Morgunblaðnum, at nú skuldu møguleikarnir verið góðir hjá Íslandi at vinna seg í EM-endaspælið, ið verður avgreitt í desember í 2024.