Handikin og skuldsettur

Tað var klokkan 22:52 miku­kvøldið, at løgreglan í Havn fekk fráboðan um, at tann 61 ára gamli Poul Daniel­sen var funnin deyður á bú­staði sínum í Marknalíð 3 í Havn.

Tá løgreglan og sjúkra­bil­ur stutt eftir komu á stað­ið, varð greitt, at alt ikki var sum tað átti at verða, og illgruni var um, at tann 61 ára gamli maðurin ikki er deyður á nátúrligan hátt.
Løgreglan handtók og skuld­setti í tí sambandi ein 68 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava gjørt av við tann 61 ára gamla mannin.
Rættarlæknalig lík­skoð­an og obduktión av tí deyða manninum skuldi eisini eftir ætlan framd hós­dag­in.
Serfrøðingar frá Krimi­nal­­tekn­isku deild hjá Ríkis­politi­num og ein rættar­læk­ni komu til Før­oy­ar hós­­dag­in fyri at kann­að um­støð­ur­nar nær­ri saman við politistum frá kann­ingardeildini í Før­oy­um.