Fríggjadagur er vanliga ein busy dagur í einum matvøruhandli.
Hóast handilin hjá Pidda er tann einasti av sínum slagi á Toftum, er rættiliga friðarligt hesa løtuna. Men hinvegin, - klokkan er ikki meiri enn farin av trý og fólk eru til arbeiðis enn.
Um eina løtu verður helst meiri at gera hjá Sally Davidsen, ið hevur verið til arbeiðis her síðani klokkan 11 í morgun. Tað vísir seg, at tey flestu fara til handils eftir arbeiðstíð.
- Ja, mat hevur man so brúk fyri hvønn einasta dag, staðfestir hon.
Umframt tað at viðskiftafólkini fáa avgreitt síni ørindi í handlinum, fáa tey eisini eitt smíl og eitt hugnaligt prát við Sally við í keypinum.
Vit verða avbrotin í prátinum, tí eitt viðskiftafólk er komið til kassan. Hetta er ikki hvør sum helst, tí her er talan um eina kvinnu av Nesi, men sum nú býr í Gibraltar.
Hon arbeiðir eisini í eini handilsfyritøku, so tað er skjótt at tær koma í prát um hetta felagsevnið.
Mítt lív
Sally var ikki meiri enn 16 ára gomul, tá hon fyrstu ferð fór til arbeiðis í handlinum hjá Pidda. Og her hevur hon verið síðani, nú hon í næsta mánaði verður 53 ár.
- OK, eg havi verið burtur frá onkutíð - tað hevur verið í samband orlov og onnur arbeiði, sum eg havi roynt, sigur Sally.
- Men eg veit ikki. Eg eri kortini altíð komin aftur higar í handilin at arbeiða, sigur hon við einum brosi, sum eitt týðiligt tekin um, at hetta er eitt gott arbeiðspláss.
Saman við Sally eru tey trý fólk til arbeiðis á hesi vaktini. Hvør hevur sína uppgávu at røkja í handlinum.
- Ja, eg veit ikki. Hini bæði eru onkustaðni her í handlinum. Tey krógva seg kanska fyri tykkum, tá tey sóu bilin hjá Sosialinum í túninum.
Út til fólkið
Fríggjamorgunin í farnu viku fór Sally aftur til arbeiðis her hjá Pidda. Hetta er ein serligur dagur í handlinum við eini serstakari uppgávu at loysa.
Hon møtti henda morgunin klokkan 11, og fór beinanvegin undir ta serstøku uppgávuna sum hoyrir hesum degi til: Vøruna út úr húsinum.
Hetta er nevniliga dagurin, tá fólk kunnu bíleggja sær vøru úr handlinum, og sum síðani verður koyrd heim til teirra.
Á einum ávísum staði verða eskjurnar við bíleggingunum settar, og seinni fer bilur út við teimum á rætta stað. Tríggir tímar eru ætlaðir til at avgreiða hesa uppgávuna.
- Tá hetta var liðugt, fór eg til kassan. Og her siti eg so til klokkan er sjey, tá mín vakt endar i dag, greiðir Sally frá.
Einastur
Fyrr vóru aðrir matvøruhandlar á Toftum, men í dag er bert handilin hjá Pidda eftir.
Hóast eigararnir eru aðrir, er hetta kortini ein handil har ikki bert fólk av Toftum keypa alt tað, tey hava brúk fyri í tí dagliga.
Gjøgnum ein vanliga dag, koma fólk nógvastaðni frá at keypa, bæði tí at opið er millum klokkan 9 og 22. Og tí at handilin er við í Samkeyp-ketuni.
- Tað vísir seg, at summi koma higar beint aftaná arbeiðstíð, meðan onnur kom seinni um kvøldið, tá børnini eru farin til songar. So fáa tey møguleika at keypa í friði og náðum.
- Onnur fara til handils leygardagar. Eg havi hoyrt onkran siga, at tey rudda fyrst heima við hús, og fara síðani til handils, sigur Sally brosandi.
Við kassan
Fyri at fáa arbeiðið at ganga so væl sum gjørligt í handlinum hjá Pidda, hava tey trý starvsfólkini á vaktini, hvør sína uppgávu:
Onkur tekur sær av kølivørunum, onkur er á gólvinum, og onkur situr við kassan og avgreiðir viðskiftafólkini har.
Sally hevur arbeitt nógv ár “inni í køl”, sum tey kalla tað. Her var hennara uppgáva at bíleggja vørurnar sum hoyrdu til hesa deildina og annað í tí sambandinum.
- Tá hevði eg ikki so nógvar kassa-vaktir, men var mest á gólvinum, har mær eisini dámdi best. Tað er tað nú, og nú siti eg fyri tað mesta við kassan, sigur Sally Davidsen.
Sum heima
Sally Davidsen fór til arbeiðis hjá Pidda beint eftir at skúlagongdin var lokin.
- Eg hevði onga útbúgving tá, og havi heldur ikki síðani fingið mær nakra útbúgving. Og tja, tí eri eg bara blivin hangandi her, greiðir hon frá.
Fyri mong er tað uttan iva so, at arbeiðið í einum handli ikki er serliga fínt ella mennandi. Men Sally hevur trivist her frá fyrsta degi.
- Og so kemur man bara so líðandi inn í alt tað sum hevur við arbeiðið í handlinum at gera.
Sally er tó ikki tann einasta sum hevur mong ár á baki her í handlinum. Onnur av starvsfólkunum hava eisini mong ár á baki, onkur teirra nærum eins nógv ár sum hon.
Sally vil tó ikki beinleiðis siga, at tað er nakað serligt við at arbeiða í einum slíkum matvøruhandli.
- Eg havi altíð følt meg heima her í handlinum, - tja, tað er sum um man hoyrir til her.
(kassadama)
- Eg var eitt sindur skeptisk, tá alt hetta nýggja við teldunum kom. Men tað funnu vit so líðandi eisini út av at brúka tað rætt, sigur Sally Davidsen, sum situr við kassan í handlinum hjá Pidda. Her hevur hon arbeitt síðani hon var 16 ára gomul
Mynd: Jens Kristian Vang