Handilsavtalan við russar í bíðistøðu

Eftir drúgvar samráðingar, sum endaðu við, at ein avtala varð orðað, er ein komandi handilsavtala tó set í bíðistøðu. Umsitingarligir- og málsligirtvørleikar hava ávirkað samráðingarnar. Talan er um brot á altjóða siðvenju, metir fulltrúi í Vinnumálastýrinum

Handilsavtala

Sum støðan er nú, so er eingin handilssáttmáli millum Føroyar og Russland. Samstarvið er tó ikki verri enn so, at vit hava eina fiskivinnuavtalu við russar. Skip úr Russlandi teljast eisini millum tey mest vitjandi í føroyskum sjógvi.
Yvir eitt áramál hava russiskir og føroyskir myndugleikar samráðst um eina handilsavtalu landanna millum. Fleiri ferðir hava embætis fólk úr báðum londum verið á vitjan hjá hvørjum øðrum.
Føroyingar hava samráðst í góðari trúgv um eina MFN-avtalu. Ein MFN-avtala er ein stytting fyri eina Most Favoured Nation avtalu. Hetta er at meta sum tað tættasta tú kemur upp at einari fríhandilsavtalu. MFN er eitt hugtak, ið WTO, World Trade Organisation, hevur ásett. WTO hevur ásetingar, ið siga, at øll WTO limalond hava somu
sømdir - nevniliga somu sømdir sum tað landi, sum fær bestu sømdir. Talan er tó bert um eina meginreglu. Londini kunnu framvegis gera fríhandilssáttmálar. Russar eru tó ikki limir í WTO. Tískil hevði ein MFN-avtala við russar givið Føroyum í minsta lagi eins góðar treytir sum okkara ?kappingarneytar?, hvat viðvíkur marknaðaratgongd.
Í MFN-avtaluni við russar verður lægsti tollur ásettur, men talan er tó ikki um eina fríhandilsavtalu.
Samráðingarnar hava sum so gingið rættiliga væl. Í fjør summar kundu samráðingarleiðarnir staðfesta, at teir vóru samdir um ein tekst. Føroyski samráðingarleiðarin var Herluf Sigvaldsson, leiðari fyri uttanlandsdeildina hjá løgmansskrivstovuni. Hann kundi staðfesta, at partarnir vóru samdir um tekst. Alt skuldi sostatt verið komið í rættlag. Bert undirskriftirnar frá løgmanni og russiskum starvsbróðuri vantaðu.
Men umsitingin í Russlandi er ikki so at hava við at gera. Samráðingarnevndin kundi ikki bert uttan víðari góðkenna tekstin. Teksturin skuldi umsetast bæði til russiskt og aftur til enskt, og leiðin gekk framvið nógvum skrivaraborðum. Tá teksturin kom aftur til føroyingar, var hann munandi broyttur. So mikið, at løgmaður ikki kundi seta sínar krullir á pappírð í hesum umgangi.
Sambært Gunnari Holm-Jacobsen, fulltrúa í Vinnumálastýrinum, sum eisini var við í samráðingarnevndin, kemur tað mestsum ikki fyri, at ein sáttmálatekstur verður broyttur eftir at samráðingarleiðarnir hava staðfest sáttmálan. Gunnar Holm-Jacobsen metir hetta vera brot á altjóða siðvenju.
Tað var ætlanin, at løgmaður við fylgi skuldi fara til Russlands í hesum mánaðinum at skriva undir, men hetta verður tó av ongum.

Vónar
Løgmaður, Anfinn Kallsberg, harmast um, at eingin sáttmáli við russar gjørdist til veruleika á hesum sinni. Hann varðveitur tó vónina um, at ein sáttmáli verður undirskrivaður, áðrenn summari kemur ? kanska longu í vár, heldur løgmaður fyri.
Anfinn Kallsberg sigur, at hann sum so var til reiðar at fara avstað fyri at undirskriva. Hann skuldi hava eitt fylgi við sær, sum umframt embætisfólk eisini skuldu innihalda umboð fyri føroyska vinnulívið.
Øll segl eru sett fyri at loysa fløkjuna við russar. Bæði Anders Fogh Rasmussen og danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, eru kunnaðir um málið, og teir gera sambært løgmanni sítt fyri at fáa útgreina tað soleiðis, at ein sáttmáli kann gerast veruleiki innan langa tíð.
Løgmaður sigur seg ásanna, at tann politiska umsitingin í Russlandi er tung at fáast við, men hann varðveitur tó vónina.