Ætlanin við at gera Karlamagnusarbreyt í Hoyvík til handilsgøtu er miseydnað. Tí broytir Tórshavnar býráð samtyktina fyri ovastu vinnustykkini á Karlamagnusarbreyt soleiðis, at íbúðuarhús kunnu byggjast í staðin.
Tað upplýsti Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevdini hjá Tórshavnar kommunu á borgarafundi í Skúlanum við løgmannabreyt í kvøld.
Tað var kommunuætlanin hjá Tórshavnar kommunu fram til ár 2030, sum var til viðgerðar á borgarafundi í Hoyvík, har býráðið greiddi frá, hvørjar ætlanir vóru um býarmenning í Tórshavnar kommunu næstu fimtan árini.
Spurdur um hvør ætlanin var við Karlamagnusarbreyt segði Tróndur Sigurðsson, at av tí at áhugin var so lítil at útvega sær vinnustykki á Karlamagnussarbreyt, sum er gøtan frá Hoyvíkar kirkju heilt niðan til Dýrindalsgøtu, hevur kommunan gjørt av at broyta samtyktina soleiðis, at ovastu vinnustykkini verða broytt til bústaðarbygging.
Karlamagnusarbreyt er heldur ikki serliga ferðslutrygg, eitt nú eru ongar gongubreytir. Tað arbeiðið fer býráðið undir at gera, segði Tróndur Sigurðsson.
– Gongubreytir skulu gerast báðu megin gøtuna. Í fyrstu syftu verða 16 tvíhús boðin út. Um tað framvegis eingin áhugi er fyri vinnustykkjunum, so verða fleiri av teimum seinni eisini broytt til bústaðarstykkir, segði Tróndur Sigurðsson.