Vinnulívsmaðurin Poul Michelsen, sum stovnaði sína egnu fyritøku í 1974 minnist væl, tá tankin hjá Hans Mortensen føddist um at gera Føroya fyrsta handilsmiðdepil.
Handilslívið í Havn trongdi til eina endurnýggjan, og var SMS ein frísk byrjan fyri handilslívið, har nýggjar leiðir vóru troyttar.
Tá SMS læt upp í 1977 var tað næstan ókent við køluvørum í Føroyum, men við Miklagarði vóru nýggjar leiðir gingnar. Poul Michelsen heldur, at føroyskt handilslív er komið langt síðani 1977.
Poul Michelsen vitjaði Rás2 í sendingini, sum Rás2 sendi av torginum í SMS í samband við 35 ára dagin hjá SMS. Poul Michelsen staðfesti, at tað var ikki bara lætt hjá Hans Mortensen at bróta upp úr nýggjum.
Undir greinini ber til at hoyra frásøgnina hjá Poul Michelsen, har hann livandi greiddi frá tíðini í 1970-árunum, tá hann upplivdi, at SMS gjørdist veruleiki.