Handilsmaður verður sendiharri hjá USA í Danmark

Joe Biden tilnevndi Alan Leventhal til amerikanskan sendiharri í Danmark í januar.

Alan Leventhal verður næsti sendiharri hjá USA í Danmark. Amerikonsku sendiharrarnri í Danmark plaga javnan at vitja í Føroyum – og tveir teir seinastu, Rufus Gifford og Carla Sands kallaðu seg bæði føroya-vinir. Myndin er frá hátíðarhaldi á Boston University i 2009. (Mynd: Mary Schwalm/Ritzau Scanpix)

Ein meiriluti í amerikanska Senatinum hevur góðkent 69 ára gamla handilsmannin Allan Leventhal sum næsta sendiharra hjá USA í Danmark.

Leventhal er tilnevndur av amerikanska forsetanum Joe Biden.

Eingin amerikanskur sendiharri hevur verið í Danmark, síðani Carla Sands, sum var tilnevnd av fyrrverandi forsetanum Donald Trump, fór úr Danmark í 2021.

Allan Leventhal er millum annað nevndarformaður og toppstjóri í Beacon Capital Partners, sum er ein av leiðandi eigarunum og umsitarunum av skrivstovuognum í USA.

Hann er harumframt í nevndini í Massachusetts Institute of Technology (MIT).

Sambært miðlinum Politico er Leventhal filantropur í Boston-økinum.

Júst nær Alan Leventhal kemur til Danmarkar, er enn ikki upplýst.

/ritzau/