Handilsmiðstøðin í Gøtudali ikki slept

Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu kommunu, avsannar, at kommunan hevur tikið aftur ídnaðarøkið, sum kommunan hevur selt privatum til handils-og tænastuvirksemi

Handilsmiðstøð

 

Tað vóru Poul Arni Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus, sum á sinni skrivaðu undir avtaluna við Gøtu kommunu um handilsøkið í Gøtudali, og tað vóru teir báðir, sum í fyrsta lagi vóru stigtakarar til ætlaðu handilsmiðstøðina.

Sambært avtaluni við Gøtu kommunu hava stigtakararnir keypt tann partin av økinum, har handilsmiðstøðin skal byggjast. Hetta økið er tilsamans 13.120 fermetrar, harav Alu-Plast ætlandi skuldi hava teir umleið 3.000 fermetrarnar.

Fyri einum góðum ári síðan væntaði Hans Jørgen, at teir ætlandi fóru inn á økið um nakrar mánaðir.

- Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast upp á pláss, men vit miðja eftir at seta ”spakan” í seinni í vár, segði hann í byrjanini av 2007.

Lagt varð aftrat, at Alu-Plast, sum eisini skal byggja á nýggja økinum, fer í gongd heilt skjótt.

 

Einki bygt

Enn er einki bygt á ídnaðarøkinum, har handilsmiðstøðin ætlandi skuldi byggjast, og í seinastuni hevur ljóðað, at Gøtu kommuna skal hava tikið økið aftur.

- Men tað er ikki rætt, staðfestir borgarstjórin, Hans Mourits Foldbo.

Hann ásannar, at enn er ikki bygt á økinum, men hann væntar, at okkurt nýtt fer at fyriliggja heilt skjótt.

- Tað eru somu eigarar, sum framvegis hava øki um hendi, og sambært øllum sólarmerkjum at døma verður okkurt at frætta um stutta tíð, sigur borgarstjórin í Gøtu kommunu.