Handilslív
Handilsverðin er hørð, og hon kann eisini vera køld, serliga tá ið ræður um kappingina um tær stóru verkætlaninar. Soleiðis er eisini við ætlanini, sum Óli Marner Christiansen leingi hevur arbeitt við í Klaksvík, nevniliga at byggja eina handilsmiðstøð á stóra og planeraða økinum, sum Klaksvíkar kommuna hevur lagt út til endamálið innast á vánni. Hetta er tilfar, sum komið er úr Norðoyatunlinum, og økið hevur leingi ligið klárt til byggingar.
Enn liggur økið órørt, og einki er bygt.
Í samrøðu við Sosialin fyrr í heyst segði Óli Marner Christiansen, sum enn ræður yvir økinum, hóast tíðin hjá Klaksvíkar kommu er farin, at ætlaninar at byggja handilsmiðstøðina ikki eru sleptar.
- Vit høvdu ikki havt brúkt so nógvan pening upp á hesa verkætlan, um vit ikki meintu nakað við tað. Gongd er í málinum, og vit vilja bara vissa okkum, at alt konseptið er tað skilabesta og burðardyggasta – bæði nú og frameftir, áðrenn farið verður í gongd við sjálva byggingina, segði Óli Marner Christiansen.
Niels fyrireikar
Trupulleikin hjá Óla Marneri er, at mikli forrætningsmaðurin í SMS, Niels Mortensen, eigur tveir stórar bygningar á Borðoyavík, sum hann á sinni keypti frá strandinginum, Eivindi Jacobsen.
Tað í sær sjálvum nýtist ikki at vera nakar trupulleiki, men spurningurin er, hvat Niels Mortensen fer at brúka hesar bygningarnar til. Einki forðar SMS-manninum í at fara undir handilsvirksemi í bygningunum, og rættiligta álítandi keldur vilja vera við, at tað er júst hetta, sum hann arbeiðir við.
Í løtuni verða tekningar gjørdar, og sum skilst, verður Bónus ein av handlunum á Borðoyavík.
Ein trupulleiki hjá Niels er, at hann eingi parkeringspláss eigur rundan um bygningarnar á Borðoyavík, men tað er heldur eingin trupulleiki hjá einum royndum forrætningsmanni, sum honum. Í Klaksvík vænta tey, at Niels fer at taka annan bygningin niður og brúka hann til parkeringspláss – og síðan er hin eftir.
Einki samband
Hugsandi er eisini, at Niels fer at taka væl etableraðar handlar, sum í dag eru í SMS, við sær norður til Klaksvíkar, og tað er júst hetta, sum er tann stóri trupulleikin hjá Óla Marneri og ætlaðu handilsmiðstøðini í Klaksvík.
Tá ið Sosialurin tosaði við Óla Marner fyrr í heyst, skiltist, at eitt samstarv millum hann og Niels Mortensen var upp á tal, men nú frættist frá rættiliga álítandi keldum í Klaksvík, at einki samband hevur verið millum partarnar leingi, tí Niels Mortensen heldur, at byggingin av handilsmiðstøðini og konseptið í Klaksvík í síni heild er ov kompliserað.
Handilsmiðstøðin dregur út, og SMS-maðurin hevur ikki hug at bíða, nú hann eigur hesar báðar bygningarnar á Borðoyavík.
Enn hevur Niels ikki søkt Klaksvíkar kommunu um nakað, men væntandi er, at hann fer at lata hoyra frá sær, tá ið konseptið á Borðoyavík er kárt at seta í verk.
Kommunan fer neyvan at forða Nielsi í at byggja sína handilsmiðstøð, tí tað er sum so einki, sum forðar honum í at reisa eina slíka verkætlan á føtur á Borðoyavík.
Kommunan ótolnast
Klaksvíkar kommuna tekur av fullum huga undir við ætlaðu handilsmiðstøðini hjá Óla Marneri í Klaksvík, og í samrøðu við Sosialin fyrr í heyst segði borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, at kommunan helst vildi sæð, at okkurt spurdist burtur úr verkætlanini skjótast gjørligt.
Fer Niels Mortensen at byggja sína handilsmiðstøð á Borðoyavík, tekur hendan grundarlagið undan ætlaðu handilsmiðstøðini í Klaksvík, og spurningurin er tá, hvør verður sinnaður at fíggja verkætlanina, sum Óli Marner Christiansen longu nú hevur brúkt nógvan pening upp á.
Í Klaksvík siga tey, at Óli Marner er skilamaður. Hann er av fittastu monnum, og er eitt gott menniskja, men spurningurin er, um hann ikki longu er tikin við buksunum á knøunum í síni verkætlan.
Trupulleikin hjá Klaksvíkar kommunu kann gerast, at ætlaði handilsmiðdepilin í Klaksvík dettur niður fyri ella verður skotin út í framtíðina.
Aðrir møguleikar
Ein annar møguleiki er, at tað verður Niels Mortensen, sum yvirtekur verkætlanina við handilsmiðdeplinum, og tá fær Klaksvíkin ein miðdepli, sum leingi hevur verið bíðað eftir, og sum Klaksvíkar kommuna hevur planerað hetta økið til.
Men skal tað henda, noyðist kommunan helst at lata Niels Motensen hava sína ávirkan á, hvussu konseptið skal skrúvast saman, tí hetta eftir øllum at døma – og í verandi líki - tykist honum ov stórsligið.
Tíðin gongur, og lítil ivi er um, at Niels Mortensen arbeiðir við síni verkætlan. Tað ger Óli Marner Christiansen ivaleyst eisini - enn. Spurningurin er so, hvørt vinnur fyrst á mál – um báðir partar vinna á mál, ella um annar parturin noyðist at leggja ”kongin”, tí hin vann slagið um marknaðin í Klaksvík og Norðoyggjum í síni heild.
Niels yvirtekur?
Eingin veit, hví Niels Mortensen og Óli Marner Christiansen ikki tosa saman í løtuni. Tað kann vera, tí Niels hevur tikið sína avgerð um Borðoyarvík – ella tí, at hann vil leggja trýst á Óla Marner og Klaksvíkar kommunu, soleiðis at hann at enda stendur eftir við planeraða økinum í Klaksvík.