Handilsmiðstøð lýst til sølu

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein heil handilsmiðstøð verður lýst til sølu, men Torgið, handilsmiðstøð í Suðuroy, er nú til sølu.

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein heil handilsmiðstøð verður lýst til sølu, men Torgið, handilsmiðstøð í Suðuroy, er nú til sølu.

 

Torgið í Vági hevur 10 ár á baki. Á einum stórum grundstykki miðskeiðis í Vági reisti stóri bygningurin seg. Ein nútímans bygningur, ið er 1500 fermetrar.

 

Soleiðis stendur millum annað at lesa á sudurras.fo:

 

Talan er um nýggjan handilsbygning á uml. 1500 m2 við goymslubygningi. Við í søluni eru rakstur av stórum matvøruhandli og klædna & gávuluta handil.