Handilsskúlanæmingar velja Tjóðveldið og Samband

Fríggjamorgunin var veljarafundur hildin á Handilsskúlanum í Havn. Umboð fyri politisku flokkarnar vóru við. Áðrenn fundin lógu Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin á odda. Eftir fundin gekk Tjóðveldið nógv fram, og Sambandið vardi sína støðu. Kanningin varð tó gjørd á einum eitt sindur skeivum grundarlag, sigur skúlastjórin

 

Veljarafundur

Eina løtu fríggjamorgunin sluppu næmingarnir á Handilsskúlanum í Havn undan at fara í tíma. Henda morgunin var nevniliga veljarafundur á skránni. Umboð fyri allir flokkarnar uttan Miðflokkin vóru møtt upp á fundinum. Fyri Fólkaflokkin Óli Breckman, fyri Sambandsflokkin Olav Enomoto, fyri Tjóðveldisflokkin Sjúrður Skaale, fyri Javnaðarflokkin Jóannes Eidesgaard og Eyðun Elttør var møttur fyri Sjálvstýrisflokkin.

Fundurin var skipaður soleiðis, at poltikikararnir fingu í tveimum rundum ávíst tal av minuttum til at koma við sínum hugsanum, og eftir hetta fingu næmingarnir eisini høvi at seta spurningar.

Veljarafundir eru ikki nakað, sum er vanligt nú, tá ið fjølmiðlarnir kanska meira enn nakrantíð ávirka valini. Fyrr var vanligt at halda veljarafundir alment, men hetta er vorðið meira ójavnt við árunum, men tað er framvegis ein áhuga fyri hesum. Næmingarnir á Handilsskúlanum í Havn tóktust áhugaðir í, hvat politikararnir høvdu at siga. Fundurin gjørdist til tíðir lívligur, og næmingarnir fingu eisini eitt sindur afturfyri stríðið at sita og lurta. Hvussu vanligir veljarafundir fara at vera í framtíðini er tó ilt at spáa um.

Á fundinum fríggjamorgunin nýtti politikararnir nógva tíð og orku at skjóta eftir hvørjum øðrum. Til tíðir gjørdist prátið eisini eitt sindur heitt.


Kanning

Áðrenn fundurin byrjaði, so kunngjørdi skúlastjórin, Ragnar Magnussen, úrslitið av einari veljarakanning millum næmingarnar, sum varð gjørd áðrenn fundin. Henda kanning vísti, at Tjóðveldisflokkurin lá á odda við 28,5%, Sambandsflokkurin var nummar tvey við 25,5%.

Fólkaflokkurin hevði fingið 23,1%, og Javnaðarflokkurin kundi vísa á, at 14,6% prosent av veljarunum á Handilsskúlanum áðrenn fundir ætlaðu at seta sín kross við hann.

Sjálstýrisflokkurin átti áðrenn fundin 3,1%.

Eftir fundin var eisini ein kanning gjørd, og hon vísti, at Tjóðveldisflokkurin gekk rættiliga rættiliga nógv fram, og Sambandsflokkurin tepurt varðveitti sína støðu.

Ein sovorðin kanning eigur sjálvsagt at verða tikin við størsta fyrivarni, tá ið eitt nú næmingar undir valaldur kunnu luttaka. Eisini kann tað hugsast, at ikki somu fólk hava atkvøtt áðrenn fundin og eftir fundin.


Eisini á Kambsdali

Á Kambsdali hevur eisini verið skipað fyri líknandi kanning. Á Kambsdali ganga fyri tað nógv eysturoyingar og næmingar úr Norðoyggjum, og hetta plagar at vera rættiliga blandað fólkaslag, verður sagt.

Á tí fundinum fingu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hvør sítt umboð á fólkatingi. Tá er sagt, so skal tað eisini við, at Sambandsflokkurin áðrenn fundin átti yvir tríati prosent, men misti omanfyri seks prosent. Hinvegin gjørdi Javnaðarflokkurin og Jóannes Eidesgaard á tí fundinum eitt risa lop.

Einir tríhundrað næmingar tóku lut í kanningini á Kambsdali.