Til tess at hátíðarhalda 30 ára dagin skipar Handilsskúlin fyri móttøku á skúlanum 5. mars kl. 15.00 -17.00, undir heitinum útbúgving, vinna, innovatión og íverksetan.
Føroya Handilsskúli er í dag ein skúli við miðnámsútbúgving, yrkisútbúgving og hægri útbúgving. Á skúlanum vóna tey at hitta bæði gamlar og núverandi næmingar, starvsfólk, vinnu- og samstarvsfelagar til móttøkuna.
Á móttøkuni 5. mars fara fyrrverandi næmingar á Handilsskúlanum at hugleiða um leiklutin, ið skúlin hevur havt fyri tey og teirra yrkisleið, og um leiklutin, ið Handilsskúlin hevur í dagsins samfelag.
Handilsskúlin hevur seinastu 30 árini skrivað føroyska útbúgvingarsøgu, og hevur við sínum greiða útbúgvinginarprofili miðað eftir at skapa vøkstur, menning og trivnað í Føroyum, og hevur á tann hátt givið nógvum av okkum fremstu íverksetarum góða barlast.
Henda menning heldur fram, nú skúlin stendur á gáttini til eina spennandi og avbjóðandi tíð, tá skúlin sum ein av trimum útbúgvingarstovnum flytur inn í nýggja Marknagilsdepilin. Hetta er serliga spennandi hjá einum útbúgvingarstovni, ið altíð hevur trivist við nýggjum avbjóðingum.
Øll eru vælkomin til móttøkuna 5. mars kl. 15. Skipað verður fyri fjølbroyttari skrá, siga tey á Handilsskúlanum og vísa annars til skúlans heimasíðu, www.fh.fo