TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr áhugaverdu og drúgvu samrøðuna Marin H. Eidesgaard og Gissur Patursson høvdu á Rás2 fríggjadagin við Finn Jensen, Útbúgvingarleiðara fyri hægri útbúgvingar á Føroya Handilsskúla.
Talan er um eina 22 minuttirs langa samrøðu, har Finn Jensen greiðir útføriliga frá yrkisakademisku útbúgvingunum, sum Føroya Handilsskúli bjóðar. Finn undirstrikar, at tað er týdningarmikið, at fólk søkja inn á hesar útbúgvingar í góðari tíð.