Gongst, sum Løgting-ið ætlar, verður bannað føroyingum eitt nú at selja afrikanska land-inum, Somalia, vápn.
Í løtuni liggur eitt lógaruppskot í Tinginum, sum leggur upp til handilslig revsitiltøk móti Somalia. Ætlandi verður uppskotið endaliga samtykt mikudagin.
Fyrsta grein í uppskotinum sigur m.a., at tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita Somaliu vápn og hern-aðarútbúnað umframt ein og hvønn líknandi útbúnað. Eisini er bannað at selja lóður, hernaðarakfør og her-naðarútgerð, hálv-hernaðarliga útgerð og eykalutir til nevndu hesar lutir.
Tað er danska uttan-ríkisráðið, sum umvegis ríkisumboðsmannin í Føroyum hevur heitt á Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís hand-ilstiltøk ímóti So-maliu, samsvarandi eini samtykt hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða, skrivar heimasíðan hjá Sparikassanum.
Orsøkin til revsitiltøkini er drúgva vápn-aða stríðið í afrikanska landinum.