Handilsstuldur í Hoyvík klipp í koyrikort í Suðuroy

Eitt mál um handilsstuldur og herverk verður kannað

Tað var seinnapartin í gjár, at boðað varð frá stuldri og herverki í einum handli í Hoyvík.

Vakthavandi á politistøðini sigur, málið verður kannað nærri.

Í Suðuroy gjørdi løgreglan ferðslukanningar, og har vórðu trý mál skrivað upp. Ein persónur fekk klipp í koyrikortið fyri at hava barn í bilinum, sum ikki sat íbundið, og tveir aðrir bilførar fingu bøtur fyri ikki at sita í trygdarbelti, sigur vakthavandi á politistøðini.