Handlar kunnu nokta at taka ímóti kontantum

Tað er einki til hindurs fyri, at handlar í Føroyum nokta at taka ímóti reiðum peningi.

Tað sigur Rannvá Ragnarsdóttir, ið er brúkaraumboð.

Danska brúkaraumboðið hevur í dag boðað frá, at danskir handlar kunnu ikki nokta at taka ímóti reiðum peningi, heldur ikki um orsøkin er at steðga koronasmittu. Sambært DR hevði danska brúkaraumboðið fingið nógvar klagur um handlar, ið ikki vildu taka ímóti reiðum peningi, tí at reiður peningur var ein smittukelda av koronavirus.

Soleiðis er støðan kortini ikki í Føroyum, tí at líkandi lóggáva er ikki her heima, og handlar hava sostatt fullgóðan rætt at nokta at taka ímóti reiðum peningi.

– Tað, sum danska brúkaraumboðið vísir til, at kontantreglan, sum er í donsku betalingslógini. Tann lógin er ikki galdandi í Føroyum, og tað er eingin lóg, sum sigur, at handlarnir skulu taka ímóti  kontantum á ávísum tíðspunktum, sigur Rannvá Ragnarsdóttir og sipar til kontantregluna, ið sigur, at handlarnir skulu taka ímóti reiðum peningi millum kl. 6 um morgunin og kl. 22.

Brúkaraumboðið sigur, at fyrispurningar eru komnir inn um brúk av reiðum peningi undir koronakreppuni, men at evnið er eldri enn so.

– Hetta er ikki fyrstu ferð, at hetta er uppi og vendir. Tað er javnan, at til dømis festivalar og tiltøk ikki vilja taka ímóti kontantum, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, sum altso staðfestir, at handlar kunnu væl nokta at taka ímóti reiðum peningi.