Handlar selja børnum fýrverk

Í eini roynd at eftirkanna um føroysku fýrverkssølurnar halda lógina, sum sigur at, ikki er loyvt at selja fýrverk til ung undir 18 ár, kom Sosialurin í dag fram til, at tríggjar av fýra kannaðum fýrverkssølum bróta lógina

Nú tað stundar til nýggjár eru hópin av sølustøðum kring landið, har fyritøkur ella ítróttarfeløg selja fýrverk. Talan er bæði um fastar handlar og um bingjur, ið eru settar upp til endamálið.

Løgreglan hevur seinastu dagarnar verið úti og vitjað fýrverkssølurnar, til tess at tryggja, at lógin um sølu av fýrverki verður fylgd.

Av politistøðini frætta vit, at tey hava ein tjekklista, sum tey ganga eftir, tá tey fara út á sølustøðini. Lógin hevur nevniliga neyvar ásetingar um, hvussu umstøðurnar skulu vera har fýrverk verður selt.


Millum annað tryggjar løgreglan sær, at:

- Roykibannið verður hildið

- At eldfimar veskur eru burturbeindar

- At bert er ein lutur av hvørjum slagi stendur frammi í handlinum

- At neyðugu sløkkiamboðini eru til staðar

- At goymslan av fýrverkinum er væl avlæst, so fólk ikki sleppur at henni

- At allir kassar við fýrverki eru væl merktir, so eingin ivi er um, at tað eru vandamikil evni í honum

- At ikki verður selt til fólk undir 18 ár


Sosialurin hevur í dag kannað, hvussu væl hetta seinasta verður hildið. Sleppa børn og ung undir 18 ár at keypa fýrverk, ella verða tey vend í hurðini.



Tríggir av fýra bróta lógina

Vit valdu fýra tilvildarligar fýrverkssølur í høvuðsstaðnum, har vit fingu 15 ára gomlu Sissal at fara inn og vita, hvørt hon slapp at keypa fýrverk, ið ikki eigur at verða selt ungum undir 18 ár. Fyri ikki at gera mun á sølustøðunum, bóðu vit hana royna at keypa nøkumlunda tað sama í øllum støðunum, nevnliga tveir pakkar av »Heksehyl« og eina rímuliga kraftiga og stóra rakett.

Fyrsta vitjanin varð gjørd við Vøruhúsið á Hjalla. Har varð Sissal beinanvegin spurd um hon kundi prógva at hon var yvir 18 ár, og slapp hon sostatt ikki at keypa fýrverkið.

Næsti steðgur var við handilin 360? á Hjalla. Har sendu vit hana inn at keypa júst tað sama. Her hepnaðist tað henni at keypa tað, vit bóðu hana keypa, uttan at verða spurd um prógv.

Triði steðgurin var við bingjuna uttanfyri Hoyvíkshøllina. Har eydnaðist tað eisini Sissal at keypa fýrverk, uttan at verða spurd um prógv.

Seinasti steðgur var hjá Thomas Dam á Hálsi. Eisini her fekk hon keypt tað fýrverkið, vit bóðu hana um, uttan at nakar kannaði eftir, um hon hevði loyvi at keypa fýrverk.

Sostatt kunnu vit bara staðfesta at tríggjar av teimum fýra tilvildarligu fýrverkssølunum, ið vit kannaðu, ikki halda seinasta punktið. Spurningurin er so, hvussu støðan er við restini av sølustøðunum.