Handlar skulu ikki brúka korona at ræða fólk við

Ein føroyskur handil mátti taka eina lýsing um maskur, aftur

Lýsingar sum kunnu elva til ótta, og lýsingar við upplýsingar, ið ikki eru skjalprógvaðar, mugu ikki brúkast í eini roynd at selja eina ávísa vøru.

Tað sigur Brúkaraumboðið, nú eisini handlar í Føroyum eru farnir at selja útgerð, sum skal verja fólk ímóti at fáa korona.

Brúkaraumboðið sigur, at tey hava verið í sambandi við ein handil, sum var farin at selja maskur, at seta fyri munnin og nøsina, og sum skuldi verja tey ímóti korona.

Brúkaraumboðið hevur gjørt handilin varugan við, at lýsingin ikki helt seg til marknaðarføringslógina.

Handilin segði í sølulýsingini, at maskan var góðkend at verja ímóti koronavirus. Men Brúkaraumboðið heldur ikki, at handilin kundi skjalprógva ta upplýsingina.

Í samskifti við Brúkaraumboðið hevur handilin víst til eina frágreiðing frá altjóða heilsustovninum WHO. Men tann frágreiðingin hevur einki við eina góðkenning at gera. Tann frágreiðingin er bara eitt tilmæli um, hvørji trygdarkrøv heilsustarvsfólk skulu halda seg til, tá tey skulu brúka masku.

Sølulýsingin kann skiljast, sum at maskan verja privatfólk móti smittu, men brúkaraumboðið vísir á, at myndugleikarnir mæla ikki vanligum fólki til at brúka masku.

– Í sølulýsing varð eisini, at kalla, heitt á fólk um at  »keypa hana áðrenn grannin«.

Brúkaraumboðið heitti á handilin um at vera varin við orðingum, sum kunnu ræða fólk. Í hesum sambandi heitir Brúkaraumboðið á allar handlar um at vera neyvar í teirra marknaðarføring og at vanda sær um orðini.

– Orðingar, sum kunnu elva til ótta ella, sum hava upplýsingar, ið ikki kunnu skjalprógvast, mugu ikki brúkast í eini roynd at selja eina ávísa vøru.

Í marknaðarføringslógini stendur eisini, at handlar ikki mugu leggja týðandi upplýsingar burturúr, tá ein vøra verður marknaðarførd.

Men nú handilin hevur tikið hesa lýsingina aftur, ger Brúkaraumboðið ikki meira við hetta ítøkiliga málið.