Tað var ein skelkaður 27 ára gamal maður, sum í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag fekk handtøkuna longda í upp til tríggjarferðir 24 tímar Maðurin, sum í seinnapartin í gjár skjeyt tvær ferðir móti einum perkeraðum bili í R.C. Effersøesgøtu, varð seinnapartin í dag framstillaður í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti.
Skuldsetingin var í trimum punktum. Í fyrsta lagi er maðurin skuldsettur fyri »ved grov kådhed eller på anden lignende vis« at hava »bragt personer i overhængende fare«, í øðrum lagi at hava framt hóttanir eftir lívinum og í triðja lagi at hava framt grovt herverk.
Maðurin kundi viðurkenna skuldsetingarnar, men kundi ikki játta seg sekan.
Dómarin noktaði einari áheitan frá verjanum um afturlatnar hurðar, men setti fram navnabann.
Skuldsetti maðurin varð avhoyrdur og greiddi frá tí, sum hendi, men legði stóran dent á, at ætlanin ongantíð var at ræða nakran, bert at ørðkymlað eigaran av bilinum, sum hann kendi og hevði eina ósemju við.
Skuldsetti segði seg vera púra skelkaðan av allari øsingini, sum hevði staðist av hendingini, og skuldsetti fjølmiðlaranr fyri at hava blást málið upp úr ongum.
Maðurin mest sum bønaði og bað dómarin um ikki at leingja handtøkuna, tí hann var á markinum til nervasamanbrot.
Men hóast talan týðiliga ikki er um ein herdaðan brotsmann, gjørdi dómarinn kortini av at leingja handtøkuna, fyri at løgreglan kundi fáa gjørt tær teknisku kanningarnar av vandaseminum í hendingini. Tað kemur ein teknikar úr Danmarki til Føroya í morgin at gera.