Tveir kanadiskir flogskiparar vórðu mánadagin handtiknir í skotska býnum Glasgow ákærdir fyri brot á ferðslulógina eftir at tað varð staðfest, at báðir vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
Tað óvanliga í hesum førinum var, at flogskipararnir vóru til arbeiðis og ætlaðu at flúgva eitt A310 flogfar hjá Air Transat við 250 ferðafólkum umborð til Toronto, tá myndugleikarnir steðgaðu teimum.
Teir báðir flogskipararnir, Jean-Francois Perreault og Imran Zafar Syed, vórðu í dag grundlógaravhoyrdir, har dómarin avgjørdi at leingja fongslingina, sambært AFP tíðindastovuni. Har skulu teir sita til næsta rættarfundin, ið verður um átta dagar.
Skotskir myndugleikar upplýsa, at flogskipararnir verða báðir ákærdir eftir §93 í bretsku ferðslulógini viðvíkjandi alkohol. Harumframt er eisini møguligt, at teir verða ákærdir fyri hóttandi ella niðrandi atburð.