Handtikin fyri harðskap við knívi

Trý fólk eru skuldsett og fleiri vitni eru avhoyrd

Seint í gjárkvøldið tók løgreglan trý fólk og tey eru skuldsett fyri harðskap. Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at hann fær ikki sagt so nógv um málið enn. Men hann sigur, at talan er um grovan harðskap, tí knívur hevur verið brúktur. Fólk, sum hava verið fyri harðskapi, hava eisini verið á Landssjúkrahúsinum til kanningar, men ongin er innlagdur.

 

Løgreglan sigur, at. tey hava brúkt náttina, og í dag halda tey fram at avhoyra tey skuldsettu, umframt vitni, fyri at fáa greiði á málinum. Í hesum sambandi umhugsa tey eisini um nakar av teimum skuldsettu skal førast fyri rættin til grundlógaravhoyringar við tí endamáli at fáa viðkomandi varðhaldsfongslaðan.

 

Heri Andreasen sigur, at tað serliga er í samband við ta eina fólkið, sum er skuldsett, at tey umhugsa at fara rættin seinnapartin í dag fyri at fáa viðkomandi í varðhaldsfongsul í eina tíð.