Handverkarar fara at nokta at arbeiða yvir

Eftir sáttmálanum skal lønin fyri yvirtíð lækka 5%, frá 1. oktober, men tað fer Landsfelag Handverkaranna ikki at góðtaka

?Ongi tekin eru til, at ósemjan um lønarsáttmálan hjá handverkarunum er farin at linka.

Tvørturímóti er lagt upp til uppgerð ímillum handverkarar og meistarar 1. oktober.

Tí eftir sáttmálanum skal lønin fyri teir fyrstu yvirtíðina lækka 5% tann fyrsta oktober í ár.

Sum er, skulu 40% leggjast afturat tímalønini fyri teir fyrstu yvirtímarnar frá klokkan 17 til klokkan 21.

Men eftir fýra ára sáttmálanum, sum varð gjørdur ímillum Føroya handverkarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag, skal gjaldið fyri teir fyrstu yvirtímarnar frá klokkan 17 til 21 lækka niður í 35% afturat tímalønini frá 1. oktober at rokna.

Men hetta fara ikki allir handverkarar at góðtaka.

Tí Landsfelag Handverkaranna ger greitt, at teirra limir fara ikki at góðtaka, at yvirtíðargjaldið fer at lækka.

Eyðfinn Petersen, sum er talsmaður hjá Landsfelag Handverkaranna, sigur, at teir fara ikki at góðtaka at selja sína frítíð bíligari enn gjørt verður nú.

? Tí fara vit heldur at nokta handverkarum at arbeiða yvir fyri minni enn 40% afturat lønini fyri teir fyrstu yvirtímarnar, sigur hann.


Góðtaka ikki sáttmálan

Eyðfinn Petersen er eisini formaður í Havnar Handverkarafelag.

Og hann sigur, at bæði Havnar handverkarafelag, og hini bæði feløgini í Landsfelagi Handverkaranna, tey eru Vágs Handverkarafelag og Tvøroyrar Handverkarafelag, vilja verða leys av tí fýra ára sáttmálanum, sum varð gjørdur ímillum Føroya Handverkarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag í 1997 og sum ikki gongur út fyrrenn 1. oktober 2001.

Eyðfinn Petersen sigur, at sáttmálin varð gjørdur í illvarni, tí m.a. gjørdi Havnar handverkarafelag greitt, áðrenn sáttmálin varð gjørdur, at tað vildi ikki verða umfatað av honum, men vildi sjálvt sleppa at samráðast um nýggjan sáttmála.

Síðani hevur Landsfelagið togast við at verða leyst av sáttmálanum, men enn hevur tað ikki eydnast.

M.a. hevur felagið arbeitt við at leggja sak.

Men tað málið er fyribils lagt á hyllina, tí síðpani nýggj leiðsla er komin í Føroya Handverkarafelag, eru tey bæði meginfeløgini aftur farin at nærkast hvørjum øðrum.

Eitt úrslit av tí er, at nú eru Landsfelagið og Føroya Handverkarafelag farin at samráðast um at loysa tvídráttin ímillum bæði feløgini.

Og ímeðan tær samráðingarnar eru, vil Eyðfinn Petersen ikki greiða frá, hvussu tær ganga, ella akkurát, hvat samráðst verður um.

Men hann avdúkar so mikið, sum at tað m.a. verður samráðast um at fáa Føroya Handverkarafelag at leggja sáttmálan fyri gerðarrætt fyri at fáa staðfest, hvønn hann er galdandi fyri.

Hann sigur, at ongar reglur eru um, hvussu ósemjur ímillum lokalfeløgini og Føroya Handverkarafelag skulu loysast og tí kann Havnar handverkarafelag ikki sjálvt fara í gerðarrætt.

? Men eydnast tað ikki, fara vit víðari við málinum, soleiðis, sum vit upprunaliga ætlaðu.

Tvs, at vit leggja sak fyri at sleppa leys av sáttmálanum, leggur hann afturat.


Fáa onki gjørt

Nú hava meistararnir bjóða sær til at hækka lønirnar mitt í sáttmálaskeiðnum. Men í Sosialinum ígjár segði stjórin í landsins størsta handverkara arbeiðsplássi, Gunnar Mohr á Skipasmiðjuni, at tey høvdu ikki tikið støðu til um tey fóru at fylgja áheitanini frá meistarafelagnum um at hækka lønirnar?

? Fer skipasmiðjan ikki at fylgja áheitanini frá Handverksmeistarafelagnum um at hækka lønirnar 1. oktober, fáa vit ikki gjørt nakað við tað.

? Vit kunnu bara vísa á, at vit halda, at tað er løgið, at meistarar tvíhalda um sáttmálan, tí tá ið teir bjóða okkum meiri í løn mitt í sáttmálaskeiðnum, má tað vera besta prógvið um, at teir sjálvir halda, at sáttmálin er eitt stórt mistak

? Men vit fara so ikki niður í løn og fara tí at nokta okkara limum at arbeiða yvir fyri minni enn 40% afturat tímalønini, sigur Eyðfinn Petersen.