Formaðurin í Føroya Handverkarafelag heldur, at tað er ein ómetaliga farligur sportur at lata pólskar sveisarar koma inn á Skála at sveisa fyri undirløn
Arbeiðsmarknaður
- Hetta er ein sera hættislig gongd
Pól Øregaard, formaður í Føroya Handverkarafelag, er alt annað enn fegin um avtaluna, sum nú er gjørd um, at pólskir sveisar skulu inn á Skála at sveisa fyri pólska løn.
Nú Thor í Hósvík skal byggja nýtt skip á Skála, hava starvsfelagið hansara í Landsfelagið Handverkaranna annars góðtikið, at póllendingar koma til Føroyar at sveisa skrokkin fyri løn, sum er galdandi í Póllandi og sum sostatt er nógv løgri enn føroysk løn.
Hetta hevur verið nevnt eitt nýbrot á føroyska arbeiðsmarknaðinum og sagt hevur verið, at hetta er eindømi í Norðurevropa.
Sagt hevur eisini verið, at tað er útdeytt handverk í Føroyum at sveisa skipsskrokk og tí taka póllendingarnir ikki arbeiði frá føroyingum. Ført er eisini fram, at hendan loysnin er einasti máti at gera alt skipið í Føroyum.
Langt úti
Pól Øregaard er alt annað enn samdur í, at hetta er eitt nýbrot.
- At hetta er eindømi í Norðurevropa, sigur alt um hesa avtaluna, heldur hann.
Men hann leggur dent á, at hann tosar bara fyri seg sjalvan.
Hann heldur nevniliga, at tað er langt úti at gera eina slíka avtalu og at hetta er ikki tað, sum hann ætlar við fakfelagsarbeiði.
- Fara vit undir slíkt virksemi sum hetta, kann tað vera so skjótt, at rættiligt glið kemur á og so kann føroyskt handverk standa á síðulinjuni, áðrenn vit vita av, og hyggja at, ímeðan undirløntir útlendingar gera alt arbeiði fyri okkum.
- Hesuferð er tað skrokkurin. Spurningurin er um ikki glið kemur á og tí kann hetta so skjótt breiða seg til onnur øki eisini. Tí kann hetta enda við, at vit veða skúgvaðir á síðulinjuna, meðan útlendingar gera alt arbeiði fyri okkum.
Hann sigur, at fakfeløgini hava altíð stríðst fyri at útvega limunum so góð kor sum gjørligt, men hetta er við at máa grundarlagið undan okkara arbeiði.
- Hetta vísir bara, at Landsfelag Handverkaranna er farið í part við arbeiðsgevarunum, tí hetta er rættiligt undirgravingarvirksemi.
Hava dugað- og duga enn
Pól Øregaard trýr onki upp á, at ein orsøk skal vera, at tað er útdeytt handverk at sveisa skipsskrokkar í Føroyum.
- Tað hava vit gjørt fyrr. Tað gekk gingið væl og tað duga vit helst enn. Hetta er líka langt úti sum restin sigur hann.
- Hetta er eina og aleina gjørt fyri at arbeiðsgevarin skal sleppa bíligari.
Hann vísir eisini á, at avtalan um póllendingarnar er gjørd uttan at Føroya Handverkarafelag er visti av tí.
Hann heldur, at eitt er, at skrokkar verða sveisaðir í Póllandi og sleipaðir til Føroya.
Tað er sínar sakir. Men tað er eitt heilt annað er, at póllendingar nú koma inn á okkara øki at arbeiða fyri undirløn.
- Og tað er ógvuliga vandamikil gongd, heldur formaðurin í Føroya Handverkarafelag.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá formanninum í Landsfelagið Handverkaranna, áðrenn blaðið fór til prentingar.