Handverkslist í Müllers Pakkhúsi

Jónhild Johannesen og Randi Vang skipa annað árið á rað fyri handverksstevnuni Gluggaglæmu. Hetta er ein framsýning/sølustevna/verkstað, har fólk kunnu møta listhendverkarum. Hesuferð er eisini ein kapping við nýskapandi sjalum á skránni

Gluggaglæma er at kalla eitt framhald av tiltakinum Hendur og Hugflog, sum plagdi vera í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað vóru eisini tær báðar Jónhild Johannesen og Randi Vang, ið stóðu fyri tí tiltakinum.
? Gluggaglæma er ein sjálvstøðug verkætlan, ein avloysari fyri Hendur og Hugflog. Men hetta er nakað øðrvísi, greiðir Randi Vang frá.
Jónhild tekur um endan, og sigur, at tá tiltakið var á Hálsi, vóru allir luttakarar inni í hesi stóru høllini í tríggjar dagar og vístu hetta ymiska fram.
? Gluggaglæma verður hildin her í Müllers Pakkhúsi, og her er nógv minni enn tað er í høllini. Tí hava vit tvey hold. Annað var frá leygardegi til týsdag og hitt verður frá hósdegi til sunnudag. So fáa bæði holdini eitt vikuskiftið í part, sigur Jónhild.
Hon sigur, at ein stórur munur er eisini , at tað á Gluggaglæmu ikki bert eru framsýningar, men at tað eru verkstøð. Á tann hátt kunnu fólk koma inn, og hyggja hvussu teir ymsu framsýnararnir arbeiða seg fram til úrslitið.

Kappingar
Í fjør høvdu tær skipað fyri eini kapping, har tann vakrasti handvirkaði vætturin skuldi finnast. Vinnarin var vætturin Álvur, sum tær so skrivaðu eina søgu um.
Í ár hava tær valt at útskriva eina kapping í bundnaturrikløðum og sjalum. Kappingin var útskrivað í januar og freistin var úti um hálvan august.
? Hetta er eitt evni, sum bæði er modernað og søguligt, og sum nógv spennandi kann koma burturúr, sigur Randi.
Tær hava fingið trýssj ymisk sjal inn. ? Vit hugsaðu áðrenn, at um vit fingu eini fimtan-tjúgu sjal inn, so høvdu vit verið ógvuliga nøgdar. Og so komu tað ikki færri enn trýssj, so tað var ógvuliga gleðiligt.
Tær hava sett tríggjar dómarar at døma i kappingini. Tær eru Katrin í Gongini, eingari av Klivanum í SMS, Lis Helgadóttir, sum er listahandverkari og Hannelisa Falck, sum er gift til Svøríkis og sum eisini er listahandverkari.
? Tað eru nøkur rættiliga strong kriteriir. Tað skal vera nýskapandi, men samstundis við íblástri frá tí gamla. Tilfarið skal vera føroyskt, og hugt verður at, hvussu tilfarið er brúkt, hvussu væl tær hava fingið burturúr tilfarinum. Og síðani verður hugt at hegni og handverksdygd, greiðir Jónhild frá.
Vinnarin verður funnin síðsta dagin á stevnuni, sum er sunnudagin 12 september

Endamálið
Tær báðar siga, at endamálið við kappingini avgjørt er at geva framvísarunum mót uppá at halda fram við handverkinum.
? Vit vilja, at hetta er nakað sum skal grógva og gerast størri. Vit vilja geva teimum mót uppá, at gera ítrivið til eina hjávinnu. Við tiltøkum sum Gluggaglæma, fáa tey ein møguleika at møta kundunum, og at síggja hvussu stórur áhugi er fyri tí, tey gera. Eisini um tey sjálvi hava nakran áhuga í at skapa sær ein vinnuveg av handverkinum. Við hesum fáa tey ein lítlan forsmakk, sigur Randi.
Jónhild leggur afturat, at handvirkaða vøran er nógv meiri persónlig enn hópframleidda vøran er.
? Tey kunnu øll siga tær eina søgu um verkini tey hava at selja. Tú fært eina frágreiðing um hvussu hon bleiv til, tá tú keypir vøruna.
Áhugin fyri at vera við er eisini rættiliga stórur. Í Müllers Pakkhúsi rúmast 12 básar inn í senn, og í onkrum bási eru tvey listafólk. Sum áður nevnt er stevnan býtt í tvey, so alt í alt eru nøkur og tredivu fólk við.
? Tað er ógvuliga ymiskt hvat tað eru fyri fólk, ið luttaka. Onkur hevur undirvíst á kvøldskúla í fleiri ár, meðan onkur júst er byrjaður. Onkur kanska hevur hugsað um at lata upp ein handil, og vil tí royna seg her fyrst, greiðir Jónhild frá. Møguleiki er at keypa framsýndu vøruna, men hon verður ikki givin keyparanum fyrr enn síðsta dagin av Gluggaglæmu.
Tey, ið koma seinasta dagin, skulu helst eisini hava okkurt at hyggja at, sigur Jónhild.
Gluggaglæma verður sera væl vitjað. Á stevnuni higartil, hava tað verið eini trýhundrað fólk um dagin. Í fjør svingaði talið heilt frá tveyhundrað til omanfyri sekshundrað.
Men tað eru ikki bert básarnri, ið draga fólk. Á Gluggaglæmu verður nevniliga eisini skipað fyri ymiskum tiltøkum. Bæði mótaframsýningar, dansur og café, har alt er heimagjørt eru eisini á skránni í Müllers Pakkhúsi í hesum døgum.