Tað eru tær tríggjar Arndis Lindberg, Marita Guttesen og Tóra á Heygum Bærentsen, sum vísa fram ymiskt spennandi bundið.
Tær siga, at tær sniðgeva sjálvar - kopiera ikki onnur, men fáa sjálvandi inspiratión frá mótarákinum, náttúruni o.s.fr. Tær binda við maskinu, men so at siga alt verður tilgjørt við hond.
Framsýningin verður opin til og við týsdagin 10. november. Opið verður fríggjadagin frá kl. 15-20, leygardagin frá kl. 11-17, sunnudagin frá kl. 15-18 og mánadagin og týsdagin frá kl. 14-19.