Hann bíðar eftir uppskotum um nýggja pantskipan

Tað verður nokk ikki í ár, men fyrst komandi ár

Í summar lovaði Helgi Abrahamsen, táverandi vinnumálaráðharri, at ein nýggj samskipað pantskipan skuldi vera klár seinni í ár. Hann setti í fjør ein arbeiðsbólk frá vinnumálaráðnum og Umhvørvisstovuni at arbeiða við at gera eina kunngerð um hetta.

 

Men enn er eingin pantskipan komin, so tí hava vit spurt, hvussu gongur við hesum. Umhvørsstovan sigur, at tey arbeiða enn við hesum, men hetta snýr seg meira um burturkast yvirskipað.

 

Núverandi vinnumálaráðharrin, Magnus Rasmussen, sigur, at hann ætlar at fáa hetta við eini nýggjari pantskipan avgreitt. Hann sigur seg hava verið á fundi við viðkomandi partar sum eitt nú handlar og bryggjaríir, og so hevur hann sett ein líknandi arbeiðsbólk at koma við nøkrum uppskotum.

 

– Áðrenn nýggjárið er komið, vil eg hava uppskotini á mítt borð, og so taki eg tað upp beinanvegin. Eg taki støðu út frá teimum uppskotunum, sum koma, sigur Magnus Rasmussen.

 

Men hvørja skipan ímyndar landsstýrismaðurin sær?

 

– Tað, sum eg hugsi um sum brúkari, er, at tá eg fari at selja fløskur, so vil eg gjarna sleppa av við allar fløskurnar, sum hava pant, á sama staði, sigur hann.

 

Í Danmark er pantur eisini á djús- og saftíløtum. Landsstýrismaðurin dugir ikki at siga, um hetta verður aktuelt í Føroyum eisini, men at hann fer at lata arbeiðsbólkin um at koma við einum uppskoti, og so tekur hann støðu út frá tí.

 

Um nýggj pantskipan skal koma, so má løgtingið broyta lógina, soleiðis at allar fløskur og øll blikk kunnu avleverast á einum stað. Handilsvinnufelagið hevur leingi eftirspurt líknandi felags skipan, har mann sleppur av við øll síni endurnýtsluíløt á einum stað. Sum nú er, skal mann selja fløskurnar ymstastaðni, og so eru tað nøkur íløt, sum slett ikki kunnu pantast.

 

##med2##