Hann er bara vøddar

Kubanski forsetin, Fidel Castro, hevur gjørt greitt, at hann heldur lítið um nývalda guvernørin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger.

Í einari drúgvari røðu á einari ráðstevnu í Havana segði Castro, at Schwarzenegger hevur stórar vøddar, men hann segði seg ivast í, hvussu nógvar vøddar guvernørurin man hava í heilanum. Ikki tí, hann ber í hvussu er orð fyri at hava vant nógv, segði Castro.

Viðmerkingin hjá kubanska forsetanum hevði ivaleyst samband við, at útlagnir kubanar í Miami í Florida hava mælt Arnold Schwarzenegger til at banna kaliforniskum fyritøkum at gera sáttmálar við tað kommunistiska Kuba. Fyrr í ár seldi ein kalifornisk fyritøka Kuba nakað av matvørum, og hetta var fyrstu ferð í 40 ár, at ein amerikonsk fyritøka útflutti matvørur til Kuba. Men sølan var lóglig, tí fyri trimum árum síðani samtyktu amerikonsku myndugleikarnir at loyva amerikonskum fyritøkum at selja kubanum landbúnaðarvørur.