Hann er Che hjá Al-Qaida

Týska fregnartænastan heldur, at Osama bin Laden er vorðin ein ímynd heldur enn ein virkin yvirgangsmaður

- Bin Laden er ikki við til at skipa fyri bumbuatsóknum hjá Al-Qaeda longur, sigur ovastin fyri teirri týsku fregnartænastuni, Ernst Uhrlau, í samrøðu við týska blaðið Bild.

Osama bin Laden hevur verið eftirlýstur um allan heimin sum maðurin, ið skipaði fyri atsóknini at World Trade Center í New York og Pentagon í Washington tann 11. septembur í 2001.

Ernst Uhrlau, sum stendur á odda fyri teirri týsku fregnartænastuni Bundesnachrichtendienst (BND), sigur við Bild, at hann hevur upplýsingar, sum benda á, at bin Laden ikki er við til at leggja álopsætlanir longur, men at hann hevur at kalla somu støðu fyri yvirgangsmenn, sum Che Guevara hevði fyri uppreistrarrørslur.

 

Fjalir seg

Eins og fleiri yvirgangsserfrøðingar heldur Ernst Uhrlau, at Osama bin Laden fjalir seg framvegis í fjøllunum á markinum millum Afghanistan og Pakistan. Har kann hann eftir øllum at døma kenna seg tryggan, tí fólk hara eru til reiðar at verja hann og vilja tí ikki avdúka, hvar hann er staddur, hóast finningarlønin er risastór.

Týski fregnartænastuovastin vil ikki svara, tá Bild spyr, um tað var Al-Qaeda, sum skipaði fyri bumbuspreingingunum í Istanbul í síðstu viku, og sum kravdu 16 mannalív og særdu 154 fólk.

-Tað er sjálvandi ikki óhugsandi, og eg má siga, at atsóknirnar í Istanbul líktust ikki teimum, sum kurdiski arbeiðaraflokkurin plagar at skipa fyri. Framferðin bendir á, at tey, sum løgdu bumburnar, høvdu islamskar røtur, sigur Ernst Uhrlau.