- Hevði Rógvi ikki reagera so sum hann gjørdi, hevði Áki ikki verið á lívi í dag.
Randi Petersen, mamma at Áka, er als ikki í iva um, at tað, Rógvi framdi seinasta týskvøld, er einki minni enn eitt bragd.
- Eg kann slett ikki takka honum nokk, sigur Randi Petersen.
Hetjan sjálv, Rógvi Joensen, tekur alt eitt sindur meira róligt. Hann er bara glaður um, at vinmaðurin er á lívi.
- Vit vóru farnir at fiska síl í Kongshylánni, og høvdu fingið eitt hampiliga stórt. So fóru vit yvir um ánna á betongplattin at fiska, greiðir Rógvi frá.
Og longu tá var galið hjá Áka. Hann minnist als ikki, at teir vóru farnir yvir um ánna.
- Áki leyp niður á plattin, og eg veit ikki, um hann kann verða lendur á hælinum, og tað hevur sett upp í høvdið. Men hann virkaði eitt sindur undarligur tá, sigur Rógvi Joensen.
Teir báðir standa so og fiska á betongkantinum eina løtu.
- So knappliga datt Áki framyvir og út í ánna. Í fyrstani helt eg, at hann spældi hund, men tá eg rópti á hann, og hann ikki svaraði, skilti eg, at har ruggaði ikki alt rætt, sigur Rógvi Joensen.
Hann gjørdi tí skjótt av og leyp út í ánna og helt høvdinum á vinmanninum oman vatnskorpuna. Áki er bæði størri og tyngri enn Rógvi, og tí mátti Rógvi bara samla seg um at hava høvdið á Áka omaná.
Lukkutíð komu tvær gentur har. Tær ætlaðu sær at vita, um teir báðir høvdu fingið nakað síl.
Ísakalt yvirlit
Rógvi rópti á tær um at fara eftir hjálp, og skjótt komu tveir dreingir á staðið.
- Eg rópti á teir um at ringja 1-1-2 eftir hjálp. Ein annar drongur kom eisini har, og hann hjálpti mær at fáa Áka upp á turt, sigur Rógvi.
Síðani bað hann dreingin, sum hevði ringt eftir hjálp, um at ringja til foreldrini hjá Áka og siga teimum støðuna. Samstundis fingust Rógvi og hin drongurin við at geva Áka kunstigan andadrátt og hjartamassagu.
- Áki andaði ikki, tá vit høvdu fingið hann upp á turt. Eg havi ongantíð lært fyrstuhjálp, men eg havi sæð tað oftani í sjónvarpinum. So sjónvarpið er ikki so galið viðhvørt, sigur Rógvi smílandi.
Rógvi og hin drongurin hava fingið so mikið við úr sjónvarpinum, at Áki eftir stuttari tíð hostaði vatn upp og byrjaði spakuliga at anda aftur.
- Vit fingu sjálvandi ein skelk, tá ein drongur ringdi og segði, at Áki var um at drukna. Eg hevði staðið og hugt at øllum brandbilunum, sjúkrabilunum og løgreglubilunum, og tað gekk ein tíð, áðrenn eg fann út av, at talan var um eina venjing. Men tá vit so fingu hesa uppringingina hugsaði eg, at hetta kundi ikki vera partur av veningini, sigur Randi Petersen.
Hon og maðurin, Pauli Bo Petersen, kvikaðu sær út í bilin og koyrdu við ferð oman á staðið, har dreingirnir høvdu fiskað.
- Tankarnir fuku gjøgnum høvdið á mær. Síggi eg hann á lívið aftur, ella eru vit ov sein, hugsaði eg, sigur Randi Petersen.
Æviga takksom
Tíbetur hevði Rógvi fingið lív aftur í Áka. Løgreglan og tveir sjúkrabilar vóru eisini á staðnum tá foreldrini komu fram.
- Eg hugsaði als ikki klárt, tá eg kom á staðið. Áki var bleikur og tóktist ikki at kenna okkum, men tað gjørdi hann kortini. Eg sá at Rógvi sat og tosaði við politistarnar, men eg sansaði ikki at fara yvir at tosa við hann. Eg fór bara við Áka í sjúkrabilinum og hugsaði als ikki um, hvat Rógvi júst hevði verið ígjøgnum, sigur Randi Petersen.
Tá Sosialurin í morgun vitjaði heima hjá Áka Petersen, var Rógvi eisini har. Avtalað var, at flokkurin hjá teimum báðum skuldi koma á vitjan hjá Áka, og hann kom júst meðan vit vitjaðu.
Stóra bragdið hjá Rógva er stóra samtaluevnið í Sørvági, og Rógvi hevur ikki tal á, hvussu ofta hann hevur greitt frá tí, sum hendi.
Sum nevnt var brendvenjing júst um tað mundi, tá hendingin fór fram um 20.30-tíðina týskvøldið, og tí gekk tað so skjótt at fáa hjálp á staðið. Men tá boðini komu um at ein drongur var um at drukna í Kongshylánni, ivaðust menn eina løtu í, um hetta var ein liður í venjingini. Men tað var skjótt gjørt greitt, at her var talan um álvara.
Løgreglan var tí sera skjót á staðið og somuleiðis sjúkrabilurin hjá Vestmanna sløkkiliði. Men tá hevði stóra hetjan longu fingið lív í Áka aftur.
Og tað eru foreldrini hjá honum sera takksom fyri.
- Tað er ikki reiðiliga gingið upp fyri mær fyrr enn nú, hvussu fantastiskt Rógvi reageraði. Áki slapp frá hendingini við einum heilaskjálvta og eitt sindur av vatni á lungunum. Hevði Rógvi ikki reagerað sum hann gjørdi, hevði Áki ikki verið á lívi í dag. Eg kann ikki takka Rógva nokk, sigur Randi Petersen eftir hendingina, sum hevur skakað allan Sørvág. Ella øll uttan Áka sjálvan. Hann minnist nevniliga einki til hendingina.