Tað er við ikki sørt av blandaðum kenslum, at familjan hjá Johan Troest Davidsen veittrar honum farvæl, nú hann stingur í klæðssekkin og heldur leiðina til Onglands, har hann skal búleikast næstu trý árini.
Hann er í góðum hondum
Jenni sigur, at Johan hevur vant ótrúliga hart í nógv ár, og hann hevur verið serstakliga miðvísur í sínari venjing. ? Eg haldi, at hann hevur verið sera seriøsur í allari sínari venjing. Eg eri ikki bangin um hann, tí hann er øgiliga búgvin, og harafturat eri eg sannførd um, at hann er í góðum hondum, sigur Jenni Troest Davidsen.
Familjan hjá Johan er sera væl nøgd við tað arbeiði, sum umboðsmaðurin hjá Johan, Jákup í Stórustovu, hevur gjørt fyri drongin og fyri familjuna, og tey gleðast um, at dreymurin hjá Johan nú er vorðin veruleiki.
Í komandi viku er øll familjan hjá Johan, t.v.s. mamman Jenni, pápin Fróði, og tey bæði yngru sysktini boðin til Onglands av Everton at síggja umstøðurnar, sum Johan skal búleikast undir næstu árini.
Jenni greiðir frá, at Johan skal búgva í einum húsi saman við fimm øðrum ungdómsleikarum hjá Everton, og at vaksið fólk er knýtt at húsinum, sum kann hjálpa ungu drongjunum við ymiskum.