Hann er nýggjur KT-leiðari

Hann tekur við starvinum tann 1. desembur

Strandferðslan hevur fingið nýggjan KT-leiðara. Tað er Guðlaugur Herason, sum er nýggjur KT-leiðari á Strandferðsluni. Hann er 44 ára gamal, ættaður av Tvøroyri og hann er bachelor of science í teldufrøði.

 

Strandferðslan sigur, at hann hevur drúgvar royndir í at umsita og menna KT-umhvørvið hjá Tórshavnar Kommunu, Nema og TDC Hosting.

 

Guðlaugur byrjar í starvinum á Strandferðsluni 1. desembur og sostatt verður hann eisini ein partur av leiðslubólkinum hjá Strandferðsluni