Hann er so vandamikil at hann fekk ein serligan dóm

Nú hevur landsrætturin staðfest, at tað var tað rætta

Tað var ein røtt avgerð, tá ið ein serliga vandamikil gerningsmaður varð dømdur at sita í trygdarvarðhald í Føroya rætti í novembur. Tað hevur landsrætturin nú staðfest.

 

Í novembur í fjør dømdi eitt nevningating ein 30 ára gamlan mann at sita í trygdarvarðhaldi. 

 

Men tann dømdi skeyt dómin inn fyri landsrættin, men tað fekk hann einki burtur úr, tú landsrætturin staðfesti dómin hjá Føroya rætti.


Tað var fyrstu ferð, at ein persónur er dømdur trygdarvarðhald í Føroyum, sigur løgreglan í eini viðmerking eftir dómin í landsrættinum.

Trygdarvarðhald er ein fongsulsrevsing við ongari tíðaravmarking. Hetta er ein revsing, sum verður brúkt til serliga vandamikil fólk, tá mett verður, at tey fara at fremja nýggj lógarbrot og sostatt eru til vanda fyri onnur.

 

Trygdarvarðhald hevur við sær, at tann dømdi kann ikki verða leyslatin, fyrrenn rætturin metir, at hann ikki longur er til vanda fyri onnur.  

Tá ið maðurin varð dømdur í novembur, varð hann dømdur fyri at hava framt tvey rán, annað í 2019 og hitt í fjør.

 

Hann er varð eisini dømdur fyri at hava roynt at neyðtaka eina kvinnu í mars fjør. 

Maðurin var áður dømdur fyri fleiri neyðtøkuroyndir, seinasti dómur fall í Føroya Rætti í 2020.

 

Av tí at maðurin, hóast langar fongsulsrevsingar, framhaldandi framdi grov brot á revsilógina - brot har hann legði á ungar kvinnur - kravdið ákæruvaldið, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við. 

 

Ákæruvaldið hevði ta støðu, at vanlig fongsulsrevsing var ikki nøktandi, tí tann dømdi hevur víst heilt greitt, at hann áhaldandi fremur grov lógarbrot ímóti tilvildarligum kvinnum.

 

Grundað á upplýsingarnar um dømda og serliga tann kriminalitet, sum dømdi áður er dømdur fyri, kravdi ákæruvaldið, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald.

 

Hesum tók nevningatingið undir við, og tað eru vit sera nøgd við, segði Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, í sambandi við rættarmálið í novembur.