Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, er til reiðar at taka víðgongt stig fyri at forða fyri, at grótið, sum kemur úr Sandoyartunlinum, verður tyrvt í haganum oman fyri Velbastað.
Hóast farið verður at bora á Gomlurætt fyri Sandoyartunlinum beint eftir ólavsøku hevur tað ikki eydnast at fáa nakra avtalu um nakað endamál at brúka grótið til.
Sostatt verður hildið fast um upprunaligu ætlanina at tyrva tað í haganum oman fyri Velbastað.
Men tað vil Heðin Mortensen ikki og tí fer hann nú at kalla felagið, sum ger tunnilin og Tórshavnar Kommunu, saman til fundar fyri at fáa eina avtalu um at fáa nyttu burtur úr grótinum.
Tað, hann hugsar mest um, er at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt.
Hann sigur, at grótið er einar 70 milliónir vert, og hann heldur, at tað er vandalisma burtur av at tyrva tað.
Og hann sigur, at hann skilur ikki, at umhvørvismyndugleikar og friðingarmyndugleikar yvirhøvur hava givið loyvið til at grava grótið niður.
Hann vísir á, at tað er umhvørvisdálking við lít at koyra alt grótið úr tunlinum niðan í hagan.
Tað er áður upplýst, at talan er um einar 108.000 lastbilar av gróti, og skulu teir koyra fýra kilometrar í sambandi við grótflutningin, fara teir at brúka einar 410.000 litrar av olju og slíta eini 350 dekk upp, fyri at nevna eitt dømi.
Heðin Mortensen vísir eisini á, at skal mold leggjast oman á grótrúgvuna aftur, fer tað at gera eitt grefligt sár í náttúruna.
– Tí er tað óskiljandi, at myndugleikarnir hava givið loyvi til slíkt inntriv í náttúruna, sigur hann.
Hann vónar, at onkur fer at kæra avgerðina, áðrenn tað er ov seint. Men hann leggur afturat, at í evsta føri ætlar hann sjálvur at kæra avgerðina um at tyrva grótið.
– Tað er einasta vápnið, eg havi, og verður tað neyðugt, ætli eg mær at brúka tað, sigur hann.
Hann sigur, at sjálvur hevur hann ikki heimild til at leggja seg út í viðurskiftini hjá felagnum, sum ger tunnilin, tí talan er um eitt partafelag.
Men talan er um eitt alment partafelag, og er Landsstýrið samt um tað, kunnu vit seta felagnum krøv um at grótið skal ikki tyrvast.
Og nettupp tað er spurningurin, hann fer at umrøða fyri Landsstýrinum, nú Landsstýrið skal hittast beint fyri ólavsøku.
– Eg vil hava at vita um Landsstýrið kann góðtaka, at grótið verður tyrvt, og góðtekur Landsstýrið ikki tað, fari eg seta neyðug tiltøk í verk fyri at forða fyri tí, leggur hann afturat.
Les eisini: Hetta er syndarligt