Hann fekk virðislønina í ár

Hann hevur serstakar gávur at skriva, halda tey í Rithvundafelagnum

Á almennari samkomu í Býarbókasavninum í gjár varð avdúkað at EBBU-virðislønin í ár fór til Trygva Danielsen.

Hetta er aðruferð at Ebba-virðislønin verður latin. Í fjør varð fyrsta Ebbu-virðislønin, sum er 25.000 krónur, latin Beini Bergsson, fyri yrkingasavnið, "Tann lítli drongurin og beinagrindin."

##med2##

Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum ger av, hvør fær heiðurin, sum er arvur eftir Ebbu Hentze. Hon vildi, at at tað sum var eftir henni, skuldi nýtast til at stuðla einum ungum rithøvunda, sum hevur sýnt serligar gávur. 

Og tey í Rithøvundafelagnum halda, at Trygvi Danielsen sýnt serstakar gávur at skriva.

##med3##

Harumframt hevur Trygvi, við tónleiki sínum, eisini prógvað, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi, og ikki stirvið og deytt, gamalt og slitið, men fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum.

##med4##

– Hóast Trygvi brýtur upp úr nýggjum í verkum sínum, peikar arbeiði hansara samstundis aftureftir á tann hátt, at vit sum njóta list hansara, kenna undanfarnar føroyskar og útlendskar høvundar og listafólk aftur.

##med5##

Trygvi er samstundis ein kærkomin samfelagsviðmerkjari, ið við einum blandi av orðingum, humori, speisemi og forvitni, hugleiður um, og kemur við hvøssum atfinningum um samfelagið, vit liva í. Her er talan um politiskar og átrúnaðarligar viðmerkingar.

– Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist. Hon er ein gáva til okkum, sum liva og anda í dag, men verður uttan iva eisini ein kærkomin dýrgripur hjá teimum, ið koma aftaná, sigur Rithøvundafelagið.

##med6##

Tey helda nevniliga, at Trygvi Danielsen fer at geva teimum innlit í, hvussu Føroyar og heimurin sá út, tá verkini vórðu skrivað.