Hann harmast um slipsalandsstýrið

Hann heldur, at allir flokkar skulu meiri um javnstøðu, tá ið teir velja landsstýrisfólk

Tað hevði verið ynskiligt at allir flokkar fara at hugsa meiri um javnstøðu, tá ið landsstýrisfólk skulu veljast. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen løgmaður. Tað hevur elvt til orðaskifti, at nú Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fór úr landsstýrinum, er eingin kvinna í landsstýrinum.

 

Hetta er aðru ferð síðani aldarskifti, at vit hava eitt slipsalandsstýrið burturav, sum núverandi landsstýrið er kallað. Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt løgmann, hvat hann heldur um hetta og um hann ætlar at gera nakað við støðuna.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at formliga er tað løgmaður, sum tilnevnir landsstýrismenn. Vanliga mannagongdin er, at hvør einstakur flokkur í landsstýrinum skjýtur upp, hvørjar landsstýrismenn, løgmaður skal seta. og eru tey skikkað til starvið, verða tey tilnevnd av løgmanni. Hann sigur, at tað hann veit, er tað ikki hent, at løgmaður hevur tilnevnt aðrar landsstýrismenn enn tey ein flokkur skjýtur upp.

 

– Ynskiligt hevði verið um allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá ið teir skjóta upp landsstýrisfólk.Í Tinganesi, Bárður á Steig Nielsen løgmaður.

 

Síðani aldarskiftiðhava tað, við núverandi landsstýrið, verið sjey ymisk landsstýrið í Føroyum. Hesi hava havt skiftandi kvinnuliga umboðan.

 

Í landsstýrinum ímillum Tjóðveldi, Fólkaflokkin, Sjálvstýri og Miðflokkin, sum sat frá 2002-2004, var ein kvinna í landsstýrinum.

 

Í landsstýrinum ímillum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, sum sat frá 2004-2008 var eingin kvinna í landsstýrinum.

 

Í landsstýrinum ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, sum sat í 2008, vóru tríggjar kvinnur í landsstýrinum.

 

Í Landsstýrinum ímillum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, sum sat frá 2008-2011 vóru tríggjar kvinnur í landsstýrinum.

 

Í Landsstýrinummillum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýri, sum sat frá 2011-2015 var ein kvinna í landsstýrinum.

 

Í Landsstýrinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum sat frá 2015-2019 vóru fýra kvinnur í landsstýrinum.

 

Í Landsstýrinum ímillum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, sum situr nú, var ein kvinna í landsstýrinum frá september 2019  til í desember.

 

– Men nú er eingin kvinna í landsstýrinum, og hetta harmist eg um, sigur løgmaður.

 

Seinasta tíðarskeið, har eingin kvinna hevur verið í landsstýrinum, var sostatt tíðarskeiðið frá 2004-2008, tá ið Javnaðarflokkurin hevði løgmann.