Hann hevur framvegis vónir um semju

Vit kunnu verða undangonguland í verðini, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á flokstinginum hjá flokkinum í morgun

 

 

– Einasta ábyrgdarfulla avgerðin, vit kunnu taka, er at gera eina semju um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Tað segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi nú flokkurin hevur floksting í Hósvík í morgun.

 

Hann sigur, at nógv orka er brúkt upp á at finna semju um uppskotið saman við sambandsflokkinum.

 

Men hann ásannar, at tað hevur ikki eydnast. Men hann sigur, at tað hevur ikki eydnast enn, tí hann vónar framvegis at tað ber til at finna eina semju, tí tað er einasta ábyrgdarfulla avgerð, ið vit kunnu taka, skal skipanin hava varandi gildi.

 

– Eg eri sannførdur um, at vit við nýggju fiskivinnuskipanini gerast vit undangonguland í heiminum at umsita livandi ríkidømið í sjónum, bæði varandi og burðardygt við denti á at verja havumhvørvið og ta fjølbroyttu vistskipanina í havinum.

 

– Vit skulu vera millum heimsins fremstu tjóðir at veiða skynsamt og fjølbroytt við bestu og mest framkomnu amboðum.

 

Hann sigur, at í hesum sambandi verður farið frá at útluta fiskirættindi politiskt, so at tey síðani verða keypt og seld á privata marknaðinum. Og vit skulu yvir til eina almenna marknaðarskipan, har veiðirættindi verða alment boðin út sum brúksloyvi í ávísa tíð á einum gjøgnumskygdum marknaði.

 

– Tá ið tíðarskeiðið til brúksloyvið er av, fella rættindini aftur til landið, sum kann bjóða tey út aftur á almenna marknaðinum.

 

– Ein marknaðarskipan skal tryggja javnar møguleikar at bjóða seg fram hjá teimum, ið vilja reka vinnu her í landinum, at kapping verður um at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo, og at tilfeingisrentan ikki gerst spekulasjón, men kemur øllum samfelagnum til góðar.

 

– Ein “antitrust”-lóggáva verður samtykt, soleiðis at ongin einstaklingur, onki felag ella samtak, kann hava brúksrætt til meira enn ávísan part av fiskivinnutilfeinginum í teimum ávísu veiðibólkunum, segði Høgni Hoydal.