Hann hevur ikki mist alla vón enn

Skal havnarlagið verða partvís ein landshavn, má Landið eisini vera við, sigur borgarstjórin

– Eg havi ikki mist alla vón um, at vit fara at fáa fíggjarligan stuðul til at gera havnarlagið aftur eftir ódnina, sum herjaði um mánaðarskiftið, februar og mars í fjør. Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba.

Sum vit skrivaðu í gjár, vildu samgongan annars ikki ganga krøvunum um endurgjald frá Brandi Sandoy, tingmanni, á møti, og samstundis sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at arbett verður við at seta ein vanlukkugrunn á stovn, sum skal veita endurgjald fyri slíkar skaðar – men tað er ivingarsamt um hann fer at veita stuðul til skaðar, sum longu eru hendir.

Men hóast samgongan ikki tók undir við tí í fyrstu syftu, varðveitir hann vónina um at fáa fíggjarligan stuðul úr andskassanum. Tað er hann ikki minst, tí at myndugleikarnir hava heitt á bygdaráðið um at laga havnina til so at eisini Erla Kongsdóttir kann leggja at har. Strandferðslan hevur víst á, at skuldi tað verið, kann Erla Kongsdóttir føra ferðafólk úr Suðuroy og norður um, men so krevjast broytingar á havnarlagnum.

– Tað hava vit ætlað at fáa við, nú havnarlagið skal umvælast. Men treytin verður, at Landskassin rindar ein part av tí. Vit fara ikki at gera Hvalbiar Havn til eina almenna samferðsluhavn fyri rokning hjá skattgjaldarunum í Hvalbiar Kommunu, staðfestir Janus Thomsen. Hann sigur, at umframt sjálvt at gera sjálvt atløguplássið, skal tað eisini tryggjast ímóti brimi, og skal tað gerast, skulu pengar fylgja við, leggur hann afturat.

Sum vit skrivaðu nýggjársaftan, verður arbeiðið at umvæla havnarlagið, bjóðað út í næsta mánað og borgarstjórin vil hava greiði á hesum viðurskiftum, áðrenn arbeiðið verður bjóðað út.