? Eitt skalt tú vita. Ongin skal siga mær, hvat eg skal gera. Eg lurti slettis ikki, so einfalt er tað.
Blaðmaðurin hjá enska tíðarritinum UNCUT ristir í brókunum, tá hesin maðurin við stingandi eygunum, ráu røddini og óskipaða hárinum kemur gangandi ímóti honum. Staðfestir, at hesin maðurin mest av øllum líkist einum, tú endar í bardaga við uttan fyri onkra barr heldur tíðliga á morgni, tá teir síðstu útiløgukøttarnir finna sær okkurt skýmaskotið at verja seg móti dagsljósinum.
Maðurin er Neil Young. Í roynd og veru ein legenda. Maðurin, fyrst gjørdist kendur við Crosby, Stills, Nash & Young ? hesin reindyrkaði amerikanski country-folk bólkurin, ið fekk sín farra av rocki við Young. Hetta er maðurin, ið hevur skrivað klassikarar so sum Harvest Moon, Needle And The Damage Done, og so Heart Of Gold, ið føroyingar helst kenna best frá discobólkinum Boney M.
? Við hesum sanginum endaði eg mitt á vegnum. Har var onki serliga spennandi, tí mær dámar best at ferðast í útjaðaranum. Har hittir tú eisini tey mest áhugaverdu fólkini, hevur Neil Young sjálvur sagt um Heart Of Gold.
Og hann hevur sanniliga eisini ferðast í sálarligum krókum, har vanlig fólk bøna Vár Harra um, at tey ongantíð skulu enda.
Hesin maðurin, ið plátufeløgini sóu so stórt kommersielt potentiali hevur altíð sligið sína egnu takt ? ofta til miklan ampa fyri slipsafólk á søludeildunum hjá plátufeløgunum.
? Eg visti, at eg ikki gjørdi tað, fólk vildu hoyra. Men eg kundi ikki geva teimum tað, tey vildu hoyra, hevur Neil Young sagt.
Og júst so.
Hann er einasti stóri sangskrivarin í heiminum, ið er saksøktur av sínum egnum plátufelag fyri við fríum vilja at hava gjørt beinleiðis ókommersiellan tónleik!
Vinmaður doyði
Tað var serliga ein ávís hending, ið fekk altavgerandi týdning fyri lívsleiðina hjá Neil Young.
Um somu tíð, sum Neil Young dusaði sær í tí meira fína og poleraða Crosby, Stills, Nash & Young, so hevði hann afturi í 60?unum eisini sín egna bólk, ið fekk heitið Crazy Horse. Neil Young hevði hoyrt hesar tónleikararnar spæla, og hann fall fullkomiliga fyri teirra skitna, erliga, klossutta og kensluborna spæli. Ein av tónleikarunum í hesum bólki var guitarleikarin Danny Whitten. Hetta vóru 60?ini, nógv rúsevni vóru á skránni, og Danny Whitten gjørdist eitt av offrunum í hesi naivu tíð.
Áðrenn eina turne skuldu Crazy Horse venja við Neil Young, men Danny Whitten kundi ikki levera vøruna. Har var onki skil á hansara spæli. Hann bleiv sendur heim av Neil Young við boðunum um, at hann mátti fáa skil á sær sjálvum. Tað hendi ongantíð. Dagin eftir var Danny Whitten deyður av yvirdosu.
? Ta náttina, tá telefonin ringdi úr Los Angeles og mær varð sagt, at hann var deyður av yvirdosu, tað knústi mítt hjarta. Eg elskaði Danny. Eg kendi meg sekan, segði Neil Young við tónleikablaðið Rolling Stone.
Lívið hjá Young sjálvum fór av álvara at skinkla eftir hetta. Hann fór á turne, drakk stútt og var hysteriskur. Fólk ræddust hann, tónleikarar fóru úr bólkinum mitt á konsertferðini, og fólk upplivdu, at Young í ójavnvág rópti eftir konsertáhoyrarunum ?vakni so for f?!?.
Skeivur tónleikur
Aftan fyri allan ólevnaðan nørdist tó framvegis eitt framúr talent. Young hevði eina søgu at siga. Men søgan var ikki altíð so tespilig.
Serliga var tað plátan Tonight?s The Night, ið fekk eina tunga føðing. Tá plátufelagið hoyrdi upptøkurnar vóru tey skelkað, ovfarin og sannførd um, at plátan ljóðaði ræðuligt.
Lunnarnir undir upptøkunum vóru heldur ikki nakað, ið riggaði at seta í tíðindaskriv.
Upptøkurnar byrjaðu hvønn dag heldur seint seinnapartin við at allir tónleikararnir vaknaðu upp til øl og tequila og eitt sindur av hashi. Drønandi skeivir og fullir spældu teir síðani løgini inn. Neil Young vildi hava at alt ? ALT ? skuldi við á plátuna. Ropan, meylan og feilir.
Samstundis vóru hesir ørvitisknokkarnir ótrúliga produktivir. Tað eina kvøldið fingu teir fimm løg í kassan ? Tonight´s the Night, World On A String, Mellow My Mind, Speakin? Out og Tired Eyes.
Men plátufelagið vildi sum sagt ikki geva hesa plátuna út ? sum so seinni sjálvandi gjørdist ein klassikari hjá Young.
? Boðini til mín vóru, at eg við hesari plátuni smildraði mína egnu karrieru.
Tey vildu eisini hava, at Young skuldi ljóðblanda plátuna umaftur, men hetta vildi hann ikki hoyra talan um.
Hann boygdi seg ikki. Og aftan á tvey ára togan kom Tonight?s The Night loksins út.
Uppaftur skeivari
Var henda fløgan rá, klossutt og antipopputt, so megnaði Young við útgávuni On The Beach í 1974 at fara upp aftur longur. Plátan bleiv niðursáplað av kritikarunum. Men onkur vardi hann, mest av øllum tíðarinnar tonn.
Og hvat er tað so sum stendur eftir?
Jú, ein kompromisleysur maður, ið ikki ynskir at endurtaka seg sjálvan, ein anticonformistur. Neil Young er ongin stórur instrumentalistur. Men hann ger stóran tónleik. Her er ein maður, sum við sínum einføldu kompositiónum sker inn á bein, og sum við sínum teksti røkkur dylanskar og lennonskar hæddir ? væl og virðiliga. Hann er húðleysur og torir at brúka seg sjálvan.
Og soleiðis hava rúgva av tónleikarum og rockpoetum síðani brúkt Neil Young sum teirra størsta íblástur. Tað eru tey, ið vilja verða við, at Young er Godfather at bæði punk og grungetónleiki. Ið hvussu er legði Curt Cobaine úr Nirvana stóran dent á, hvussu nógv Young hevði at siga fyri seg. Og Neil Young hevur enn tá verið á palli saman við hinum stóra grungebólkinum Pearl Jam.
Og lyrisku gullkornini eru mong frá Young. Nøkur dømi kunnu takast úr áðurnevndu, upprunaligu útspiltu, útgávuni On The Beach. Eitt nú á lagnum Walk On:
?Oh baby it´s so hard to change/I can´t tell them how to feel/Some get strong, some get strange/ Sooner or later it all gets real/Walk on?
Og lagnum On The Beach syngur Young:
?The world is turning, I hope I don?t turn away/All my pictures are falling from the wall where I placed them yesterday/The world is turning, I hope I don?t turn away?
Neil Young heldur fram í sama lagi:
?I need a crowd of people, but I can?t face them day to day/Though my problems are meaningless, that don?t make them go away/I need a crowd of people, but I can?t face them day to day?
Andstøðingurin í honum blómar eisini á hesi plátuni:
?Well, all those people, they think they?ve got it made/But I wouldn?t buy, sell or trade/Anything I have to be like one of them/I?d rather start all over again?
Í lagnum Mother Goose syngur Young:
?I guess I?ll call it sickness gone/it?s hard to say the meaning of this song/An ambulance can only go so fast/It?s easy to ger buried in the past/When you try to make a good thing last?
Og hví ikki enda við at endurgeva við hansara beisku boðum til okkum øll:
?You?re all just pissing in the wind/You don?t know it, but you are/And there ain´t nothing like a friend/Who can tell you you?re just pissing in the wind
(Kelda: Uncut)