Hann mátti spyrja babba fyrst

Mikudagin í farnu viku var fyrsta brúðarvígslan á trappuni í Vágsbotni. Í vikublaðnum, sum varð borið út í hvørt hús mánadagin, er samrøða við brúðarparið, Marjun og Hanus Kruse.

 

Hanus og Marjun hava verið par í trý ár longu, men tað var so seint sum í apríl, at Hanus Kruse tók stóra fetið, tá hann fór til pápa brúðrina, Thorvald Gaardlykke, og bað um hennara hond.

- Eg hevði gjørt honum púra greitt, at hann mátti spyrja babba fyrst, sigur Marjun, sum nú eitur Kruse. Og síðani hevur tað gingið skjótt. Vígsluloyvið kom upp á pláss fríggjadag, loyvi at giftast á trappuni kom frá Ríkisumboðnum mánadag og so var vígslan mikudagin farna.

 

Brúðarkjólin varð keyptur á Rótikassanum á Facebook vikuna fyri.

- Hann passaði ikki heilt og hevði hálvlangar armar. Omma mín fór tí í gongd við at seyma hann, so at hann passaði mær, og tað gjørdi hon bara væl, sigur Marjun.

 

Hjúnini lesa bæði til sjúkrarøtkarfrøðing á Fróðskaparsetrinum á øðrum árið. Enn er skúlaárið ikki heilt liðugt, onkrar royndir eru eftir, men í næstum fer brúðarferðin til Keypmannahavnar.

 

- Vit fara til Copenhell, ein metaltónleikafestivalur í Keypmannahavn. Har fara vit at lurta eftir stórum nøvnum sum Megadeth og Black Sabbath, áðrenn leiðin gongur heim til Føroya til seinastu royndirnar, sigur Marjun Kruse.

 

Les alla samrøðuna við tey bæði í Vikublaðnum.